Tá ið Katrin har Norðuri deildi Illamann
Tað var um kvøldið; vit báðar arbeiðskonurnar høvdu verið á mylluni (Ónagerðismyllan).
Matmóðirin helt, at ikki nýttist at fara oman aftur á mylluna í kvøld, tí nógv korn var á mylluni, fullur kassin, vit kundu gott leggja okkum niður. Eg segði nei; vit skuldu fara oman aftur at sløkkja ljósið, tí annars kundi skar detta niður og eldur koma í; mánin, ið kvøldsetti, átti nú at vera undankomin, so tað vóru eingi spør í tí at ganga omanaftur.
Vit fara so út eystaru dyr, men mánalýsi var einki, tað var tann stumma nátt. Tá ið vit vóru komnar oman á vegin, sigur Anna Sofía, hin arbeiðskonan, við meg: “Gakk tú fyri.” “Eg ganga fyri? Tú ert kunnug, og eg eri ókunnug, nei, tú skalt ganga fyri,” sigi eg.
Vit fóru so oman eftir gøtuni, og ein hylur stendur niðan fyri vegin, tí regn hevði verið frammanundan. So myrkt var tá, at Anna Sofía fer av gøtuni og beint í henda hylin og dettur aftrat mær. Og so skjótt, sum hon hevði nert við meg, fór eg at hoyra so ógvuligt skrambul, sum skarpar húðir høvdu verið drignar eftir gróti, og tað rennur straks ylur at mær.
“Hvussu er skikkað her í kvøld?”, sigi eg, men Anna Sofía ønti mær ikki aftur. “Ja, her er ikki rætt fatt í kvøld, tí einki er her, sum soleiðis kann ljóða; tí rossið tað var eystur á Løk í gjárkvøldið, so tað er ikki her at skrambla. Tað er hin versti, sum er komin her at freista okkum í kvøld; men eg havi bæði nál og knív hjá mær, so hann kann ríða og renna aftur í sítt heita helviti, har sum hann er frákomin; tí her hevur hann einki at gera.” Og so fór eg at syngja:
“Om vi skulle striide imod djævelen gram,
Jesu navn ville vi bære frem,
Der ved vi seyeren vinde.
Lad hannem kun storme med sit parti,
Jesu navn det stander dog bi
Det haver den art og kynde,
At det kand diævelen binde.”
So skjótt, sum eg nevndi Jesu navn, hvarv myrkrið og buldrið, og mánin skein so fagurliga. Tá fór eg at syngja:
“Jesu, vi dig nu kalde på
Jesu, du trolig med os staa,
Jesu, O livsens Herre,
Jesus det er det rette navn,
Jesu, O al vor velfærts gavn,
Jesu vor frelser kiære,
dig skee Lov, Priis og Ære.”
Vit fóru so á mylluna, sløktu ljósið og demmaðu mylluna.
Tá ið vit vóru niðan aftur komnar, sigur Anna Sofía mær frá øllum, hon sá á vegnum omaneftir.
Fyrsta vit komu út, stóð Daniel á Fodlendi, ið lá til at doyggja, á køstagarðinum, og tá ið vit komu oman á gøtuna, var fult uttan um okkum, og tvey so stór gingu mitt á vegnum og tóku vegin av okkum. Tá var tað, at Anna Sofía bað meg ganga fyri. Men tá ið eg fór at syngja og nevndi Jesu navn, sá hon, hvussu alt tusti burtur, meginparturin oman í kálhagan hjá presti; tað var, sum hundur hevði verið beittur eftir teimum.
Hans Mikael Jacobsen, “Jól í Føroyum”, 1935. Frásøgn frá Elsebeth Sofie, ið nú (1935) er 75 ára gomul. Hon hevði hana frá abbasystur síni, Katrini har Norðuri á Kirkju.