Skip to main content

Kaldbaksklombrið

Ein steinur ella flúður er við landið sunnan fyri Halldórsvík, ið róptur verður Kaldbaksklombrið. Steinurin hevur eina kluft í miðjuni á kollinum.

Á henda stein róði ein Kaldbaksbátur einaferð, og har mátti hann standa, til hann fløddi av aftur, tí djúpt er niður við steininum, og so lítil er hann omaná, at báturin fjaldi honum, so ikki var farandi fyri borð at draga bátin av aftur. 

Ólavur í Baðstovuni, Halldórsvík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.