Skip to main content

Lomvigi í Skálhøvda

Søgn er, at í gomlum døgum skuldi stórfuglur eiga í berginum á Torvunøsbarminum og undir Flategg, men so leyp alt fuglabergið niður á Torvunøsbarmin.

Trý ár skuldi fuglurin koma aftur á Barmin at flóta, áðrenn hann rýmdi.

Heimildarfólk: Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.