Gamli oyrarbóndin
Ein morgun, tá ið avtektsmaður Jógvan á Oyri vaknaði, spurdi hann, hvar mannfólkið var farið; tað var so kvirt inni, har annars plagdi at vera stórur gleimur. Kona son hansara, sum mist hevði mannin, og sum nú var uppafturgift við einum av Blankaskála, sum æt Jákup, svaraði honum, at teir vóru farnir til Tórshavnar tíðliga á morgni.
Jógvan grunaði við tað sama, hvørji ørindi tann tilkomandi festarin mundi hava í Tórshavn, og hann gjørdist í døpurhuga um, hvussu gangast skuldi sonarsoninum, um hann einki fekk av garðinum.
Einastu ráðini fyri at fyribyrgja hetta vóru at fara til Havnar alt í einum, so skjótt at Jákup ikki áðrenn hevði fingið útrættað síni ørindi hjá fútanum um festið. Men torført var at fylgja hesum ráðum, tí ikki var meira á Oyri av mannfólki enn til eina bátsskipan, og hon var øll á hesum morgni farin við Jákupi til Tórshavnar.
Hann mátti royna at fáa fatur í hvalvíkingar, so teir í bræði kundu koma honum til hjálpar.
Upp við liðina av tí staði, hvar oyrarmenn plagdu at glaða fyri grind í sundinum, kyndi hann bál.
Tá ið hvalvíkingar sóu, at glaðað varð á Oyri, fóru teir at skifta orð saman. Glaðan var ikki rættiliga har, hvar hon plagdi at vera, og vóru menn tí av ymiskum hugsanum um, antin tað var fyri grind ella ikki. Størsti parturin helt tó, at grindaboð mundu tað vera. So fóru átta væl útgjørdir menn avstað við báti yvir á Oyrar at frætta, hvar grindin var.
Jógvan stóð fyri teimum, tá ið teir komu til lands, segði teimum frá skilinum og spurdi, um teir ikki vildu gera so væl at flyta seg suður til Tórshavnar. Hann hevði altíð verið væl við hvalvíkingar, og teir játtaðu alt fyri eitt. Hann slapp sær so beinanvegin í bátin og bað teir rógva, so skjótt sum teir kundu.
Tá ið Jógvan kom til Havnar og hevði latið bátsskipanina fingið ein góðan dramm, fór hann beinanvegin niðan til fútans. Har uppi fann hann teir, Jákup og menn hansara, og festibrævið var nærum skrivað liðugt. - Jógvan segði so ørindi síni.
Fútin stóð og ivaðist eina stund, og blankaskála-Jákup byrjaði at siga ímóti orðum Jógvans.
Jú, segði fútin at enda (hann visti, at Jógvan var ríkur maður), um Jógvan vildi rinda 600 rbd. umframt festiútreiðslurnar, skuldi sonarsonurin fáa hálvan garðin.
600 rbd. var stórur peningur í teirri tíðini. Og Jógvan helt eitt sindur ímóti; helvtin av hesum peningi, helt hann fyri, mundi kortini vera góð dagløn fyri fútan. Men fútin helt upp á sítt, og Jógvan mátti ganga undir fútaboðini og gjalda honum teir 600 rbd.
Tá ið Jógvan bóndi fór út, var øðin komin í hann. Hann klamsaði hurðina aftur eftir sær og rópaði: “Fáur syrgir fútadeyða!”
“Ikki er fútin so bíligur sum tit," segði hann við hvalvíkingarnar, tá ið hann aftur fór til báts. Tá ið Jógvan kom aftur til Oyrar, stóð abbasonurin fyri honum á sleipistøðini at hjálpa abbanum úr bátinum.
autocad create spiral staircase purchase autocad lt autocad cars corel painter 2016 where to buy autocad“Gott, abbasonurin,” segði tann gamli. “Til løn fyri hetta havi eg eisini bæði fest og keypt tær hálvar Oyrar.” Soleiðis fór Oyragarður í helvt.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933