Skógir í Føroyum
Føroyar vóru í forðum skógvaksnar; har finnast tí enn í jørðini stórar viðjur (trærøtur) í mógvinum á torvheiðum, innan í steinkolinum síggjast tjúkkar greinar og leyvsbløð; tílíkt ber prógv um, at viður hevur vaksið har áður, men nú er alt sokkið niður í jørðina.
Søgn er, at meðan Ólavur hin heilagi ráddi í Noregi, fóru sendimenn úr Føroyum á fund hansara. Hann segði við teir, at honum tókti skattin vera ov lítlan, sum gekk út til sín av oyggjunum; spurdi hann teir tí, hvat ið vóks í Føroyum. Sendimenninir greiddu illa frá, søgdu, at har var einki uttan grót og skursl, mýrar og lyngur. Tá ið kongur hetta hoyrdi, rópaði hann: “So verði, sum frá er sagt! vendi tað niður, sum omaná hevur verið, og vendi tað upp, sum niðri hevur verið!” Tá sukku skógarnir niður í jørð, og fyri tær fríðu fløturnar komu mýrar, eyrvikur og grót.
Tí eru oyggjarnar nú so vorðnar. Blágrýtisstólparnir í einum hamri á Mykinesi líkjast trøum; tað sigist at vera trø, sum vóru umskipað til stein, tá ið Ólavur kongur segði: “So verði!” við sendimenninar, sum søgdu honum, at eingir skógir vuksu í Føroyum.
V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891