Tá ið sterki Tummas spekti tarvin
Tað legði ein bátur inn um Pollin einaferðina. Tað vóru ólavsøkumenn, sum vóru á veg heim aftur; heimangerð teirra hevði frá fyrstu hond verið tann, at teir skuldu koma aftur sama veg, sum teir fóru; men av tí, at hann var farin at øtla veður, hildu teir tað ikki vera ráðuligt at fara vestan oynna; og var tað av hesi orsøk, at teir løgdu inn um Pollin. Skundisliga drógu teir bátin niðan millum neystini og fóru síðan, uttan at venda fótinum, til gongu, tí dagur var farin at aftna, og tað sá ikki betur út, enn at hann kundi fara at gera regn móti náttini. Kvikliga gingu teir niðan ígjøgnum Skarðið og komu niðan á hæddina í øllum góðum.
Heima við garðarnar lá tarvurin og nøkur ungneyt. Ungneytini lógu og grasaðu, meðan tarvurin stóð og bíndi nakað burtur frá teimum; av og á treiv hann niður í grasið; men var altíð kvikur uppaftur við høvdinum, sum hevði hann varhugan av nøkrum. – Hann var illur. Menninir eru nú komnir heim um Hálsarnar og koma nú oman gjøgnum Økslina; eru teir heldur málamiklir, sum ikki er so løgið, tí tað var jú ólavsøkutíð.
So títt og knapt, sum tarvurin bar eyga við menninar, sum hann áður hevði havt varhugan av, loysti hann úr neytunum og fór við ferð inneftir.
Tá ið menninir sóu tarvin koma, var ikki betri enn væl hjá teimum. Teir vóru nú at minka um reypingina, og hildu flestir tað vera ráðiligast at taka fót í hond og koma sær undan, um tað var møguligt.
Ímillum hesar menninar var tað ein, Sterki Tummas nevndur, av tí at hann einaferð skuldi hava tikið eitt ódnartak, sum ikki vildi dvína. Og meðan hinir fóru avstað, sum snarast var, stóð Sterki Tummas einsamallur eftir á fløtuni, tá ið tarvurin kom. Hevði hann mongum dysti verið í og hevði altíð verið mettur fyri tann frægasta, um enn at illum beit, skuldi hann taka til rýmingar, um enn ein tarvur stóð honum í vegin? Nei! Tað var hann ov mikið stoltur til at gera, og gjørdist hann nú so øgismikil, at ivasamt var, hvørjum ið ótýdligari var at møta, tarvinum ella honum, og meini eg, at um enn sjálvur Rólant hevði staðið fyri honum við drignum svørði, so hevði hann neyvan fírt fyri honum, men heilsað honum sum sínum javnlíka.
Í tílíkum skili møttust teir, tarvurin og Tummas, og vóru teir báðir øgisligir. Tarvurin oysti gorið fram úr sær og reiv og skræddi jørðina upp við hornunum, og sá tað soleiðis út, sum vildi hann eta Tummas livandi; men Tummas stóð stillur, sum var hann negldur í vøllin, og vikaðist ikki av sporinum, men bíðaði í tolni komu tarvsins.
Teir eru nú stutta stangarlongd frá hvørjum øðrum, og fer nú tarvurin aftur eftir hæli og ger seg til at renna á. Og barst nú báðum saman, tí Tummas í sínum lagi var klárur til at taka ímóti. Hendi tað nú á henda hátt: Í tí at tarvurin rendi til, hevði Tummas seg sjálvan á loft og leyp til, ikki á tarvin men yvir tarvinum, soleiðis at hann setti annan fótin í nakkakulluna og annan á dintilin og var síðan heimanfyri.
Nú kundi hugsast, at tarvurin gjørdist rættuliga óður, men tað var ikki; hann vendi sær við og hugdi at Tummasi og fór síðan sín veg heima aftur til neytini. At Tummas soleiðis vísti manndóm sín ímóti tarvinum, virkaði ikki bert til at hann varð róstur manna millum, men eisini á tarvinum hevði tað stóra ávirkan, tí hann gjørdist blíður frá tí degi, og kundi gamal sum ungur møta honum ella koma fram á hann, tí hann gjørdi ongum nakað.
Leifur Tróndarson, Skálavík. “Jól í Føroyum”, 1936.