Skip to main content

Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík

Marmennil er líkur fólki, men er góðan mun minni í vakstralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann livir  á havsbotni og ger útróðrarmonnum mein við at bíta agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mega slíta snørini; verður hann krøktur, er hann so handa-fimur, at hann kann at loysa teymarnar undan snørinum og soleiðis sleppa undan at verða drigin upp  undir borð sum annar fiskur og tikin inn í bát.   Eina ferðina, ið hann fekst við at gera síni skálkabrøgd á havsbotninum, bar illa til hjá honum,  tí hann ætlaði sær at taka um endan á snøri Anfins bónda úr Elduvík at seta fast í botn, men í tí sama  brá Anfinnur við  og krøkti marmennilin í aðra hondina; við einari hond kundi hann ikki gera seg leysan og fáa teymin loystan av snørinum, og soleiðis var hann drigin  upp,  krossur ristur á hann og fluttur heim til hús.   Anfinnur hevði hann í varðveitslu hjá sær í árninum og mátti hvørt  kvøld minnast til at rista kross í øll fýra horn á árninum, hvar hann sat; ikki vildi hann eta annað enn øgn.   Tá ið farið var til útróðrar, høvdu teir marmennilin við sær, men ikki máttu teir gloyma at rista kross fyri hann, tá ið hann var komin inn í bátin. Róðu teir yvir fiskatorvu, settist hann at læa og spæla í báti-num; kastaðu teir tá niður, treyt ikki at fiska, helst tá ið hann drap fingurin niður í sjógvin.    Anfinnur hevði langa tíð marmennilin hjá sær; men ein dagin var nógv brim, tá ið teir flotaðu bátin at fara til útróðrar, og tá var gloymt at rista kross á hann í bátinum; tá ið teir vóru komnir frá landi, smoygdi hann  sær út fyri borð, og sum vera mundi sást hann ikki aftur.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891