Rughola
Soleiðis eitur ein hola í helluni norðan fyri Kvívík, og skal hon hava fingið navnið av, at eitt skip lastað við rugi rak á land har, og tá ið bjargað varð úr skipinum, stoyttu teir rugin í hesa holu.
Heimildarfólk: Grækaris Madsen, Kvívík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.