Marjun Lavarsdóttir
Marjun Lavarsdóttir, nevnd “vísa Marjun”, í Øravík var slektað av Strondum í Eysturoy. Bróðir hennara, sjóvarbóndin, sigldi á Finnmarkina í Noreg við handilspørum. Einaferð vóru báðar systrar hansara við. Systir Marjunar læði eftirlátur á seg, tá ið hon hoyrdi finnarnar telja upp pørini; men Marjun sat álvarsom. Marjuna skaddi tí einki, men hin systirin doyði, sum hon sat, og var hetta hildið at vera finnagandur.
Meðan Marjun var á Finnmarkini, fór hon ein dagin inn á gólvið hjá einari grannakonu. Har hekk ein pottur uppiyvir við vitormaløgi og kókaði. Konan segði við Marjuna, at hon fór at støkka út eitt lítið og legði henni ríkan við, at hon mátti ikki nema við pottin. Nú ber ikki vandari á, meðan konan er burtur, enn at løgurin kókar upp undir lokið og í eldin. Marjun tekur lokið av og kemur at nerta við skúmið; hon kolast um fingurin og stingur hann í munnin. Í sama bili kemur konan í dyrnar og rópar: “Skamm fái tú! nú tókst tú tað, sum eg hevði ætlað soni mínum.” Á henda hátt fekk Marjun gandakraftina.
Marjun var tríggjar ferðir gift. Ein maður hennara varð dripin av seyðatjóvi. Seinnameiri fekk hesin drápsmaður kreft í munnin og fór til Marjunar at biðja hana grøða seg; men hon sýtti honum og segði, at hetta hevði hann fingið av tí, at hann tók blóðigan knívin í munnin, tá ið hann hevði dripið mann hennara. Tá ið tjóvurin doyði, iðraði Marjun seg tó um tað, at hon hevði sýtt honum, og segði, at tað var tað einasta illa, ið hon hevði gjørt.
Triðja og síðsta ferðin, ið Marjun giftist, var til Øravíkar í Suðuroy. Tað fyrsta, sum hon kom hagar, tók hon sær fyri at fáa alt í betri stand. Hon læt gera nýggjan og betri hoygarð, Stóragarð (fyrr hevði hann verið so vánaligur, at seyðurin gekk inn og át av hoynum). Bóndin helt tað vera ringt at fáa grót, men hon segði, at tað skuldi eingin neyð vera við tí, og fekk ein nyk, sum búði í Nykarvatni (undir Mannaskarði Øravíkarmegin), at draga grót til. Langafjós læt Marjun eisini gera. Við genturnar segði hon, at tær skuldu ikki leggja lag í at vaka uppi yvir kúnum. Tá ið kýrnar kálvaðu, stóðu kálvarnir bundnir um morgunin við silkibondum — hetta gjørdu vættrarnar.
Elsti sonur Marjunar fór til Porkeris at fríggja. Mamman hevði sagt við hann, at hann mundi fara at fáa sær konu úr Porkeri. Tá ið hann kom á hálsin, vóru døtur Mikkjals í Eystrum, tríggjar í tali, úti og reiddu tøð. Tær tvær yngru, sum vildu so fegin hava hann, lupu inn til at lata seg í skrúð — hann kom óvart á tær tann dagin — men hin triðja varð standandi við arbeiði sítt og segði, at vildi hann ikki síggja seg í gonguklæðum sínum, skuldi hann lata seg vera. Hana valdi hann sær til konu.
Marjun hevði ta gávu at kunna síggja á fólki, hvat tey hugsaðu. Eina ferð sum sonarkonan var norðuri í Øravík og gisti — hetta var, áðrenn tey giftust — sat Marjun í roykstovuni og bant. Sonarkonuni var hyggjandi upp á hana, og hon hugsaði við sjálvari sær: hon er ikki so vøkur, sum frásøgn hevur verið. “Lítla mín! Marjun Lavarsdóttir hevur ikki allar dagar verið, sum hon er nú,” segði Marjun, og hin varð so snópin við, sum hon hevði verið tikin á búri. Ein annan dag sá sonarkonan Marjuna lata niður í pottin til døgurða og hugsaði við sær, at hetta var ov lítið til alt fólkið. Tá segði Marjun við hana: “Lítla mín! Tað er ikki alt fyri eygunum, ið etast skal.” Hin var bilsin við, men Marjun segði, at hon skuldi ikki ræðast seg. Síðan komu tær at vera so ógvuliga góðar hvør við aðra.
Marjun liggur grivin í Froðba, og gravsteinur hennara er á Froðbiar kirkjugarði enn.
[Greint er frá Marjuni eisini í søguni »Turkar í Suðuroy«.]
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.