Skip to main content

Huldumenn

Sagt er, at tveir huldubátar skulu ganga út av Skálavík, ein úr Trantinum og ein undan Horninum.

Tá ið veðrið er gott, og lot er vestaneftir, síggjast tvær bátaslóðir* úr hesum báðum plássum at ganga til havs. Viðhvørt koma tær saman, tá ið tær koma út av víkini.

Liggja hesar slóðir beint til havs, skal fiskur vera á Skálavíkshavi, men liggja tær suður um Skálhøvda, skal fiskur vera í “Suðursjónum” (Húsavíkar- og Dalshavi).

* “Slóðirnar” eru vanligar at síggja. Tað munnu vera onkrar bráðir, sortar ella tílíkt, ið koma á sjógvin í hesum støðum og hava so gjørt søguna.

Heimildarfólk: Sunniva Dalsgaard, Skálavík, ættað úr Skopun, eftir Jógvan Danielsen á Oyri, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.