Skip to main content

Reyðidralvi

Í Dímun var skikkur, tá ið tey vildu gera sær reiðiliga til góðar, at heingja ein stóran pott fullan av søtari mjólk upp yvir eldin frá morgninum, og hekk hann har tað mesta av degnum undir kóki, til mjólkin var minkað burtur og vorðin tjúkk. So varð borðreitt við nýmjólk útyvir.

Henda mat róptu tey reyðadralva.

Heimildarfólk: Sunniva Dalsgaard, Skálavík, ættað úr Skopun. Frásøgn eftir Dímunar-Jóannesi í Skopun. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.