Skip to main content

“Skálhøvdi”

Soleiðis nevnast tey trý kneppini, “Brekkuseyðurin”, “Stígseyðurin” og “Torvunøsærnar” í einum fylgi; hetta er so allur seyðurin í Skálhøvda og verður vanliga rikin í einum.

Hetta skuldi vera seinasta stað, ið gamla seyðaslagið varð útkølt í Sandoynni, søgdu gamlir menn.

Eg minnist væl, at har ofta vóru hornutar ær, við hornum, ið gingu uppaftureftir sum gemsuhorn, og knappast um handfang til longdar.

Pætur í Búð, ið var seyðamaður har, plagdi at siga, at tær, bregðaðu aftur í tað gamla slagið, steingeitina.

Hetta vóru so hansara orð.

Um nøkur varandi blanding kann hava verið millum hesi seyðasløg, er mær ókent.

Heimildarfólk: Pætur í Búð, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.