Skip to main content

Risagravirnar á Steinafjalli

Millum Velbastað og Fossdal er hitt 390 m høga Steinafjall, o.u. 45 min. at ganga niðan á av Velbastað.

Svabo sigur, at har skulu vera 18 sokallaðar risagravir. Samtíðarmaður Svabos, Nicolai Mohr, hevur opnað nakrar av hesum grøvum, men sigst einki at hava funnið.

Uml. 70 ár seinni gróv Niels Winther eina av hesum grøvum og gevur hesa forvitnisligu frágreiðing í Færøernes Oldtidshistorie, bls. 172:

“Også jeg har undersøgt en af de nævnte Grave. Efter at hava naaet 2 ½ alen ned i Jorden, mærkedes der Bund. Jeg stak en Jernstang ned og hørte en Lyd som om Jernstangen ikke stødte imod en Sten, der laa i Jorden, men imod en Stenkiste. Allerede udmalede jeg mig det rige Udbytte af min Undersøgelse, da jeg ved fortsat Gravning mærkede, at det virkelig var Stene, der laa løse i Lerjorden ved Siden af hverandre og i horisontal Stilling samt ikke udenfor Gravens Omfang. Da de endvidere forekom mig at være omgivne af forrådnede græsrødder og i saa fald tidligere maatte have ligget over Jorden, er det rimeligt, at de ere nedlagte ved Menneskehaand. Hermed endte min Undersøgelse den dag, og jeg fik ikke Lejlighed til senere at fortsætte den.

Efter hvad jeg har erfaret, fandt man lignende Stensætning over 2 Alen under Jorden, da man aabnede Havgrims Grav, og først efter at have gravet over 1 Alen dybere, opdagede man de tidligere nævnte faa Lævninger af hans Rustning.

En af mine Venner lovede derfor efter min Afrejse fra Færøerne at grave dybere ned i den Grav, jeg havde aabnet, men jeg har endnu ikke erfaret Udfaldet deraf.”

Eingin veit í dag at siga nágreiniliga, hvar hesar sokallaðu risagravir eru. Tær sigast vera frá einum bardaga, sum søgnin sigur, skal hava verið á Steinafjalli, og sum endaði við stórum mannfalli.

Søgnin er hendan:

“Einaferð í gomlum døgum komu tveir risar til ilnar, annar búði úti í Hesti og hin á Velbastað. Ósemjan skuldi avgerast við bardaga. Fyrst stóð orrustan millum risarnar báðar. Annar stóð norðast á Hesti og hin á Steinafjalli. Risin á Hesti kastaði ein stein eftir risanum á Steinafjalli, hesin steinur verður nevndur Risasteinur og stendur á Steinafjalli. Hann er 3,5 alin høgur og 2,4 alin í tvm. Tá ið risin í Hesti ikki rakti risan á Steinafjalli, kom hann yvir um fjørðin og báðir at berjast. Sum frá leið komu aðrir upp í bardaga teirra. Leingi stóð á jøvnum, men til endans vann risin í Hesti. Teir falnu vóru grivnir á vígvøllinum.”

Vert er tó at nevna, at á Vesturlandinum í Noregi, stendur orðið “risagrøv” altíð í sambandi við ein gravheyggj ella ein fyrndargrevstur. Sostatt eru líkindi at halda, at okkurt er í hesi søgnini um risagravirnar á Velbastað.

Leon Andreassen, Velbastað: “Mondul 3”, 1976. “Fólk og hús á Velbastað”, 2008