Skip to main content

“Bóthali”

Soleiðis nevnist eitt mið út úr Líðartanga í Nólsoy. Hetta mið fann ein nólsoyingur, ið kallaður varð Bóthali (kanska hevur hansara rætta navn verið Bótolvur. J. D.).

Hann hevði miðið sum loynimið, tó tað er stutt frá landi, og ein dagin, hann sat á miðinum, fóru tveir menn suður á oynna at taka tað av honum. Ein fór suður á Helluna og ýtaði hann av har. Annar ýtaði í Syðrivølli og gróv sorta har til ýti.*

Hetta hildu menn, at Bóthali hevði sætt. Hann dró, ið hvussu so var, bátin søkkladnan. Hann varð eygleiddur norður á Boða, og skuldu longustertarnir hanga út um stokkin. (Longumið var).

Tá ið hann kom inn fyri Skerið, sakk báturin, og har druknaði Bóthali.

* Niels á Botni segði mær, at Bóthalabakki er norðast í Syðrivølli.

Heimildarfólk: Hans Simonsen, Hoyvík, Olaf Mohr, Hoyvík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.