Skip to main content

Sokkur Svannu

Frá systur Gongu-Rólvs, Svannu, er sagt, at annar sokkur hennara kom rikin eftir sjónum inn á Sandoyri, tætt norðan fyri bygdina í Hvannasundi í Viðoy. Um henda sokk er eitt gamalt ørindi:

Sokkur Svannu
var alin og átjan spannir.

Hann var av reyðum skarlaki og varð tí gjørdur til messuakul í Norðuroyakirkju. Hetta var fyrsti akul, til Norðuroyggjarnar kom.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.