Skip to main content

Sigursteinur

Sigursteinur er góður at hava at ganga við uppi á sær, tí tann maður, ið hann hevur, fær altíð sigur, hvar hann er staddur í víggi, honum verður einki at meini, hvar hann ferðast, hvørki av fólki ella trøllum, men eydnan fylgir honum, alt gongur honum eftir vild, og allir hava tokka til hansara. Ei er tí at undrast á, at menn vilja gjarna hava ein tílíkan stein, sum ber so nógv gott við sær; men eingin maður veit, hvar hesin dýri steinur er at finna; men ravnurin veit tað, og nú skal siga frá, hvussu tú skalt fáa ravnin at fara eftir sigursteininum og geva hann frá sær.

Tað er manna søgn, at ravnur troðast í torra, verpur í gø og klekir í einmánaði.    Tá ið ravnur nú hevur vorpið, skal maðurin fara upp í hamaran ella gjónna, hvar ravnurin hevur reiðrið; har má hann sita fjaldur og ikki lata ravnin vita av sær og bíða kvirrur, til tess at ravnurin flýgur av reiðrinum. Tá tarvast manninum at vera skjótur at sleppa at reiðrinum, taka eggini, harðkóka tey og fáa lagt tey aftur í reiðrið, áðrenn ravnurin kemur heimaftur, so at hann grunar einki ilt; - kvikur má hann vera, ið hetta skal útinna. Ravnurin kemur tá aftur í reiðrið og legst á eggini; men tá ið hann hevur ligið væl út um klekingartíð, fer hann at verða ótolin, tí at hann sær, at einki er enn brostið fyri nev, og honum leiðist umsíðir liggja longur. Nú tekur hann tey ráð at fara at leita sær eftir sigursteini at leggja í reiðrið hjá eggjunum at fáa klakt tey til ungar; men maðurin má vera staddur har um vegir og annaðhvørt skjóta ravnin og taka steinin úr nevinum á honum, ella lata hann leggja steinin hjá eggjunum og tá koma óvart á hann, áðrenn hann hevur fingið fullklakt hesi kókaðu eggini; tí tá fer hann burtur aftur við steininum hagar, hvar hann fekk hann.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891