Loki á Skála
Loki á Skála átti eina ognarmørk fyri innan Gjógv; hann og sonur hansara, sum æt Borgarin, vóru seyðatjóvar. Teir vóru so óhepnir einaferð, at teir vóru sæddir í slíkum lógleysum yrki og síðani meldaðir av bæði skálamonnum og gronnum úr øðrum bygdum til summartingið á Selatrað og dømdir at verða hongdir.
Ilt var við at gera, tí nú var so langt síðani, at menn vóru dømdir til deyða, at báðir bøðlarnir, ið skuldu vera, vóru deyðir, og eingir menn nevndir út í teirra stað. Heldur ikki var tað nakar, ið hættaði sær undir hesar báðar feðgarnar.
Sostatt vóru eingi onnur ráð enn at døma umaftur. Hesin nýggi dómur skrásetti, at hann av teimum dømdu, ið vildi heingja hin, skuldi sleppa við lívinum.
Hetta helt Loki vera vorðið sum vituga avgerð og helt fyri, at tað hevði eingin nakrantíð spurt, at ein sonur hevði hongt faðir sín. Loki hongdi so Borgaran, son sín, og var leysur, men óðalsmørk hansara fór undir kong. Tað er henda mørkin, sum er tað núverandi kongsfestið í Horni á Skála.
Borgarin varð hongdur á tí gamla heingingarplássinum “norðuri á Gálga”, undir Rossatrøðni. Har er ein stórur steinur, ið losnaður er frá landi. Millum land og klettin varð lagdur ein bjálki; og so høvdu menn ein álitisgálga, sum tað eingin ómakur var við at fara um.
Annars hevði eisini verið siður at heingja brotsmenn oman fyri teir gomlu bøgarðarnar á Selatrað við ein stein, ið enn nevnist Gálgasteinur.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933