Hvalvíksskerið
Hvalvíksskerið eitur ein steinur, ið liggur í buginum norðan fyri Borðutangan í Nólsoy. Hann skal hava fingið navnið av, at ein dyrgingarbátur úr Hvalvík gekk burtur har á steininum; teir høvdu verið á Borðuni og dyrgt.
Christian Djurhuus, Hvítanesi. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.