Huldukona í grønum stakki
Nú vurðu margar afturgongur og undarligar jartegnir at sjá. –
Huldukonan í grøna stakkinum gjørdi aftur vart við seg. Sørinar-Óli úr Dali, systkjunarbarn Óla Jákups, tænti í Dímun. Ein dagin teir fygldu í Trøllaskorti og sigu fuglin niður á gøtuna, har maður var og savnaði honum saman í grúa, tá sá Óli fagra gentu í grønum stakki koma eins og út úr berginum.
Honum varð svá dátt við, at hann treiv um línuna og fór fúkandi niður eftir henni, kom sitandi niður í lomvigagrúan og varð stungin til blóðs av teim mongu lomviganevunum.
Hann varð svá illa kreistaður av henni, at hann hleyt at fara aftur til Dals; men har sá hann hana aftur og slapp ikki frá henni, fyrr enn hann kvæntist.
Hon skuldi búgva í Murtaskorti.
Heimild: Úr bókini hjá Kristiani Osvaldi Viderø “Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs”, 1991.