Skip to main content

Havfrú

Havfrúgv líkist fólki fyri oman beltið, hevur langt jarpt hár sum kona, hon floytir tað út um seg á sjógvin; tó hevur hon styttri armar. Fyri niðan beltið er hon sum fiskur og hevur sporl og roðslu.

Vendir hon sær móti bátinum, tá ið hon kemur upp úr sjónum, verður  óveður, og tá ræður um at rógva heimaftur sum skjótast og royna at sleppa undan at sjólátast. Men kemur hav-maðurin upp hjá henni, verður gott veður.

Havfrúgvin syngur so fagurliga, at menninir verða óðir, tá ið teir lurta eftir sangi hennara, og tí eiga teir at  stinga vatta-tumlarnar í oyruni, tí annars vilja teir í øði og ørviti leypa úr bátinum út á sjógv til hennara.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891