Jarðarteigar fyri válgara
Ein stórur partur av kongsjørðini er komin til á tann hátt, at kongur aftaná trúbótina tók alla jørðina, sum hin katólska kirkjan átti, inn undir seg.
Síðan øktist kongsjørðin munarliga, við at fræls jørð varð tikin í bøtur frá monnum, sum høvdu gjørt ímóti lógum og fútaboðum. Og mangan skuldi minni til, at ein maður misti jørð sína. At vinna eina sak ímóti øvrigheitini var ikki at bjóða til.
Frímenn, ið áttu jørð, vóru støðugt í ótta fyri, at teimum kom at berast á við onkrum slíkum, at øvrigheitin kundi finna sær líkindi til at krevja ognina av teimum. Enn livir orðatakið, tá ið onkur er fyri óhepnum missi: “So, nú fór alt undir kong”.
Øvrigheitin brúkti mong ráð og mong snið til at fáa fatur á frælsa jørð.
Vegirnir til at fáa jørð “undir kong” vóru nógvir, og øvrigheitin dugdi væl at brúka teir.
Prestarnir vóru heldur ikki fyri ongum. Harra Klæmint prestur á Sandi skal vera komin upp í 60 merkur í jarðarogn.
Ein svangur maður kom einaferð til hansara og bað hann leska seg ein bita. Prestur var treyður, men hann visti, at maðurin átti tríggjar jarðarteigar.
Jú, maðurin skuldi fáa ein válgara, um prestur fekk jarðarteigarnar afturfyri. Hetta tóktist nógv fyri, men svongdin dreiv á. Jarðarteigarnir fóru fyri válgaran, ein fyri hvørt válgararivið.
Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.