Tá ið teir 50 bátarnir gingu burtur
Aftan á ódnina, tá ið teir 50 bátarnir gingu burtur í Føroyum, varð ein seyðamaður av Sandi varur við ein bát fyri Lokloysi.
Í bátinum, ið var fullur av sjógv, sat ein maður og styðjaði seg á árarnar.
Seyðamaðurin fór niður í Lokloysi og bað mannin røra við teirri ytru árini, men maðurin rørdi við teirri innaru, hann hevur helst verið í ørviti.
Báturin skeytst útfrá og hvølvdist.
Maðurin, ið har doyði, var Ásbjørnssonurin, sonur Ásbjørn, ið bygdi Ásbjørnsstovu í Havn.
Hesin Ásbjørn var norðmaður.
Anton Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.