Arbeiðskonan
Tá ið svarti deyði gekk í Føroyum í 1349, doyði í nógvum bygdum umvið alt ella alt fólkið. So eisini í Saksun. Har livdi bert ein arbeiðskona eftir.
Fyrr í tíðini komu flest øll fólk til várting, hvørt tó sjálvandi til tað tingstað, tað hoyrdi til. Eftirsum einki annað var á lívi í Saksun enn tann áðurnevnda arbeiðskona, fór eisini hon til tings í Kollafirði fyri at fáa sær rætt til alla Saksun.
Ynski hennara helt tingrætturin vera sera rímiligt. Men ein kvinna hevði tó ikki tey evnir til at fjálga um og fáa stórvegis burtur úr hesi ogn. Tí løgdu teir ta treyt á hana, at hon her á tingi mátti kjósa sær ein mann.
Millum teir, ið til tings vóru komnir, var eisini ein prúður unglingi úr Hesti. Arbeiðskonan hevði gott eyga á honum, fór at tosa við hann og beyð honum giftarmál. Jú, tað var gaman í! Tí umframt Saksun so tók henda genta seg sera væl út ímillum fólk.
Alt hitt varð so greitt av tingrættinum. Og arbeiðskonan kundi fara heimaftur frá síni tingferð í Kollafirði sum eigari av Saksun og við einum góðum og vøkrum dreingi umframt.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933