Einasta ognarmørkin í Norðstreymoy
Í triðja Fríðriks tíð (1648-70) kom ein maður sendur av kongi til Norðstreymoyar. Hann kom eisini til Kollafjarðar, og har kravdi hann at síggja øll jarðarbrøvini, til - sum hann segði - at vita, um alt var, sum tað átti at vera. Hann fór við brøvunum inn í eina roykstovu, har sum einans ein gamal hálvblindur maður var inni, sum hann ikki gav sær størri far um. Her brendi hann øll brøvini á grúgvuni.
Tá ið hin fremmandi var farin út aftur, fann hin gamli maðurin eitt brævið niðri við grúgvuna, sum var óskatt av eldinum. Tað var uppá eina mørk, og hetta er einasta ognarmørk, ið eftir er í Norðstreymoy.
Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.