Skip to main content

Smiðstova

Smiðstova undir Hagabrekku er helst eitt av elstu húsunum í Skálavík; hon var til fyri trúbótina, ið hvørt sum er.

Har búði Gamli Smiður, og hevur húsið helst navnið eftir honum. Hann var smiðurin, ið stjól hamar og tong hjá dvørginum í Smørvík. Fyri stuldurin lovaði dvørgurin hevnd og segði: “Fái hann hvørki krá ella krím, ið stolið hevur hamar mín”.

Smiðurin legði hamar og tong undir ein stein í Barnamýri, áðrenn hann doyði. Hesin steinur er ikki vendur síðani. Jógvan í Hanusarstovu tyrvdi steinin við flag, fyri at hann skuldi hava frið.

Pætur og Jógvan Lýðarssynir, ið báðir vóru prestar, vóru úr Smiðstovu. Teir høvdu lært hjá “frater” Anders í Suðuroy. Hann gekk yvir til Lutherdómin og varð prestur í Suðuroy. Janus Øssursson sigur, at Pætur Lýðarsson var fyrsti prestur á Sandi, og Jógvan fyrstur í Kvívík eftir trúbótina.

Jógvan datt oman á Lýðarssonarskarði, nú rópt Lýsnarskarð, sigur J. P. Gregoriussen.    

Heimildarfólk: Tróndur Pætursson á Trøð, Hanus Sømark í Smiðstovu, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.