Nykurin á Toftavatni
Tað var hásummar, mitt á degi. Húsfrúgvin í Leigustovuni á Toftum stákaðist í roykstovuni, og lítla barn hennara sat á gólvinum og spældi. – Brádliga gongur hurðin, og inn kemur stórur hundur, kolsvartur at liti uttan halasnippurin, ið glitraði eins og gullið. Hann mól einar tvær reisir runt á gólvinum og kom tætt fram við barninum. Knappliga trívur hetta lítla við báðum hondum um halan, men verður áfast og fer at gráta, mamman loypur til og skal loysa barnið, men verður sjálv hangandi føst, og í tí skili fer hundurin á dyr, dragandi bæði eftir sær. – Neyðarróp teirra hoyrdust um alla bygdina, og har komu øll, ið gongufør vóru, at hjálpa, men so hvørt sum tey nomu við halan ella við tey, ið uppi í honum hingu, vóru tey sjálv hangandi, og tá ið beistið kom niðan um bøgarðarnar, dró tað mestsum alt bygdarfólkið eftir sær.
Henda sama dag vóru Leigustovubóndin og felagar hans útrónir, teir royndu norðuri á Rituvík. Bóndin, ið annars var fródligur maður, var óvanliga tigandi tann dagin, men snøggliga støkkur fram úr honum: “Tað kenni eg á mær, at ringur er standurin á Toftum í dag; eg fari at biðja tykkum seta meg upp á land.”
Hetta hildu hinir vera undarligt, men gjørt varð sjálvandi, sum bóndin beyð, teir settu hann upp á land undir Kráargili, og hann tók vegin um Rituvíksháls. – Komin niðaná, hoyrir hann ræðulig neyðarróp og verður varur við hetta óhugnaliga djórið, ið kemur dragsandi við mannamúgvuni oman í hálvan hagan hinumegin vatnið. Alt í einum skilti hann, hvat ið áfatt var: hetta var nykurin á veg oman í vatnið við bygdarfólkum hansara. Hann fór at renna tað dýrasta, ið hann var mentur, men tá ið hann var komin heima á Sandin Lítla, var nykurin komin í vatnstrondina einar 20 favnar norðan fyri hann; tað var ikki hugsingur um at sleppa fram at nykinum, men í neyðini fekk hann heppið hugskot: hann skræddi ein moldbøkk leysan, risti kross á hann, ripaði hann eftir nykinum og rakti hann á halan – tá losnaði. Nykurin hvarv út í vatnið, og toftafólk sluppu við ræðsluni heim aftur til húsa.
”Í skýmingini”, skjaldur og ævintýr. Savnað hevur Sofía Petersen, teknað Elinborg Lützen. Føroya Lærarafelag 3. økta útgáva í 1988