Jákup skuldi á mjúkum armi sovið
Jákup skuldi niður at verja mál, sum Jógvan løgmaður, faðir hans, hevði dømt skeivt. Tá kom Hamarsmaðurin oman á lendingina til hans, og tá skildust teir sum vinir. Men Jákup kom ikki aftur, og einki spurdist aftur til hans, nema tað at kista hans kom aftur og er til enn í Heimaradali.
Jákup skuldi fylgja oman til skipsins nøkrum føroyingum, ið skuldu heim aftur, hann sagdi, at hann fór ikki heim aftur tá; har var eitthvat eftir, sum hann vildi sjá. Hann skuldi t.d. inn til “Hornamansins” – øldurhús. – Hinir bóðu hann vara seg: “Hagar er mangur maður farin inn, men ikki komin út aftur.”
Søgn er eftir Jóhanes undir Gerðisbrekku, sum hann óivað havdi eftir føður sín, Jógvan í Heimaradali, at Jákup kom í fall við konungsdóttur og varð settur í myrkvastovu til hegnaðar. Meðan hann sat har, yrkti hann langa rímu á føroyskum, sum fangavørðurin ikki skildi, men av tí at niðurlagið var kvøðið upp aftur í saman, lærdi hann tað útanbókar. Frá honum hoyrdi føroyingur tað og flutti tað heim aftur:
“Eg skuldi á mjúkum armi sovið,
men ljósið mítt var brunnið,
lystin var hin liljan, mær var unnin.”
Kristian Osvald Viderø: “SAGA Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar og Kolturs”, 1991.