Skip to main content

Maðurin, ið fór til útróðrar jóladag

Søgn er, at ein maður fór til útróðrar jóladag, tí ikki hevði viðrað frammanundan, og einki átti hann innanveggja til matna.

Áðrenn hann loysti av lunni, bað hann Gud um at lata seg einki at fáa, um hetta halgibrot, hann gjørdi, var synd.

Tá ið komið var á fiskileið, kastaði hann, kendi og dró kalva. Tá ið kalvin var komin í bátin, fór maðurin til árar aftur at landi; nú var hann hjálpin úr neyð, og at kasta niðuraftur helt hann vera at frísta Gud.

Hetta skuldi henda í Sumba.         

Heimildarfólk: Jógvan Mikal Viderø, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.