»Vattavinur«
autocad battery drawing autocad 2009 vs 2010 autocad 2011 hatch autodesk navis works 2009 gen autocad configs autodesk autocad 2007Ein bóndi í oynni Stóru Dímun var burtur í haga ein dagin. Sum hann gekk, talaði eitt og bað hann geva sær ull til einar vøttir. Hann svaraði ja; men einki livandi hann sá, ið hvussu hann leit rundan um seg. Dagin eftir fór hann aftur burt í haga og legði ullina har, sum hann hevði hoyrt røddina. Tá ið hann kom aftur, var ullin burtur. Nakra tíð eftir var bóndin á útiróðri; ódnarveður brast á, og menninir komu í havsneyð. Sum teir stríðast við at rógva til lands, hoyrist eitt at rópa: “Vattavinur mín! legg eystur um oynna, tí vestanfyri er óført!” Tað vanliga lendiplássið í Dímun, “á Gjónni” kallað, er vestantil á oynni, men eitt annað lendipláss er eystanfyri, sum eitur Barmur. Bóndin gjørdi, sum henda sama røddin segði, og kom fram.
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.