Skælingsbóndin
Hjá øvrigheitini galt tað at økja um kongsjørðina, alt teir kundu, uppá at fáa sum mest burtur úr henni í skattum og leigu. Og leigulendingarnir, kongsbøndurnir, noyddust enntá at taka við teim leigukúm, øvrigheitin sendi teimum, og máttu ganga undir at gjalda hálva tunnu í smøri árliga í leigu afturfyri. Fáur tordi at sýta fyri at taka við.
Skælingsbóndin var ein, ið slapp undan. Hann sat við brýndari øks á gáttini, tá leigukúgvin kom. Og tá tordi eingin at nærkast honum.
Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.