Kirkjubømúrurin
Tá ið teir bygdu múrin í Kirkjubø, førdu teir grót úr Borgarurð í Norðastahaganum í Skálavík. Av hesi føring mistu teir tríggjar skútur í Skálsábáruni. Fyrst fór ein, so onnur. Tá varð hin triðja smíðað, ið skuldi halda fyri Skálsábáruni, men ikki batti, hon fór í sama stað.
Skelsand (skilpursand segði Tróndur) førdu teir av Hvalnesi at brenna kálk av. (Um kálkið varð brent á Hvalnesi ella í Kirkjubø, minnist eg ikki, hvussu hann segði. Men mógvurin var har av tí mesta og besta. Sagt varð, at Hvalnes og Porkerisnes vóru bestu torvpláss í Føroyum. J.D.).
Stropa koyrdu teir í kálkið, tá blandað var. Hann helt tað vera løgið, at teir skuldu hava fingið slíkan sand av Hvalnesi, tí sum hann visti til, hevði eingin nøgd av skelsandi verið har.
Heimildarfólk: Tróndur Pætursson á Trøð, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.