Skip to main content

Á Dansinum

Á Norðastahagagøtuni norðan fyri Rygg í Miðhaganum í Skálavík er ein sandur, ið eitur á Dansinum.

Hann hevur fingið navnið soleiðis: Jóan Mortansson, Risin í Trøðum, róptur so, tí hann skuldi vera hálva fjórðu alin langur (mál hansara stendur undir Norðara Gássheyggj í Traðarhaganum, tað er ein skúti í heygnum, har skuldi hann standa uppundir, og er tað hálv fjórða alin), í Trøðum, var komin til Skálavíkar eftir einum veðragemlingi, ið var sæddur í Miðhaganum.

Menn fóru so norður við Jóani at taka seyðin. Tá ið teir komu norður á Rygg, sló hann í kavarok, og fyri at Jóan, ið var gamal tá, ikki skuldi stirðna, fóru nakrir at dansa við honum á hesum sandi, og tveir fóru eftir seyðinum.

Heimildarfólk: Rasmus Dalsgaard, Skálavík, eftir Jógvan á Geilajørð. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.

 


 

Viðmerking:

Rasmus segði, at hesa søguna segði Jógvan, hvørja ferð teir báðir fóru í Norðastahagan, har Jógvan var seyðamaður. Rasmus segði, at hann var keddur til endan at hoyra somu søguna uppafturtikna, og segði hetta við Jógvan. Hann svaraði: “Jú, hann, ið ungur er, skal hoyra so ofta, at hann ikki gloymir tað, hann hevur hoyrt”.