Vættrar og vísa Marjun í Ørðavík
Vættrar eru smáir, fríðir til útsjóndar, góðir andar, sum búgva í húsunum hjá góðum fólki, og undir teirra lívd njóta tey sælu og fáa styrk av teimum, so at alt gongur væl í lag í tí húsi, hvar vættrar eru; sælur er vættra vinur, tí at hann kann hvørki trøll ella huldufólk ella nakar livandi undir jørðini ella á jørðini granda.
Marjun í Ørðavík var komin norðan úr Kollafirði til Suðuroyar og er søgd at hava verið ein av ramastu konum í gandi, sum í minni eru har havdar; hon var hin vitugasta og dúguligasta kona í allar mátar. Hon var findarrík og átti nøgd av neyti og seyði og øllum góðgætum — ei undur í! — vættrarnir búðu hjá henni.
Hon hevði á garði sínum ein vitleysan drong, sum hon hevði at akta seyðin av bønum um summarið, tá ið hann kom inn um garðarnar; men hesin býttlingurin kundi sær einki annað at gera uttan sjálvt hetta.
Meðan Marjun var á døgum, komu víkingar úr suðurlondum, turkar, at herja Føroyar; teir komu eisini til Suðuroyar, lendu í Hvalbø og ætlaðu tá haðani suður eftir oy at ræna og oyða alt í hinum syðru bygdunum á sama hátt, sum teir høvdu farið fram fyri norðan. Nú sær Marjun teir koma gangandi suður um háls oman ímóti Ørðavík; men hon ræddist ikki sum hini, ið flýddu undan teimum til fjals og krógvaðu seg í hellir og holur og hongdu svart vadmal fyri; — nei, Marjun sendi hin býtta dreingin við varðhundinum út á bøin og segði við hann, at hann skuldi beita hesar menninar úr bønum. Hann hugsaði um ongan vanda, armingin, og fór tí óræddur og kátur at gera, hvat bóndakonan beyð honum, so sum hann var vanur. Nú hann kemur rennandi ímóti ránsmonnunum við sínum lítla hundi, sum var tað ikki annað enn nakrir styggir seyðir, sum altíð firraðust undan, tá ið hann kom við hundinum, stóð hin rádna, matmóðirin, undir stovuvegginum og peikaði við hondini ímóti turkunum. Nú teir síggja, at eitt vesælavætti av dreingi kemur so djarvur ímóti teimum við lítlum hundi, og at ein gomul kelling stendur so trygg undir stovuvegginum, verða teir bilsnir og hugsa við sær, at hesi bæði tó ikki mundu vera so veik, sum tey tóktust at vera fáment, men í loyndum hava tað at verja seg við, sum dýrt kundi koma teimum at standa. So er sagt, at teir tordu ikki fara longur suður á oynna, men snúðust aftur beina leið til Hvalbýjar. Har tóku teir tvær gentur út við sær, sum skyldar vóru við Marjun, og tá ið hon hetta frætti, segði hon, at áðrenn blóð hennara var kalt (áðrenn sjeynda ættarlið frá henni var deytt), skuldi tað verða hevnt, og hetta turkafólkið koma til at standa undir einum kongi úr øðrum ríki.
Marjun í Ørðavík hevði góða eydnu við sær í øllum, hon fekst við, og alt gekk henni væl í lag; og tað komst av tí, at teir góðu vættrarnir búðu hjá henni í stórafjósi. Men hon gloymdi heldur ikki at seta eina dyllu við mjólk til teirra, hvørja ferð neytakonur høvdu mjólkað kúnum. Vættrarnir lønaðu henni fyri vælgerning; - ikki var trot á mjólkini, hon fekk undan kúnum, so leingi vættrarnir vóru staddir í stórafjósi; eingin sjúka kom at neytunum og seyðinum, meðan teir vardu tey. Ikki gjørdist neytakonum neyðugt at sita úti í fjósi um nætur, um so var, at ein kúgv var væntandi at kálva; — kálvaði hon tá á nátt, lá kálvur ikki í flóri um morgunin, tó at eingin var staddur hjá, men tá ið fjóskonan kom, stóð kálvurin á básinum bundin við silkibandi undir bøginum á kúnni, so at hon kundi sleikja hann. Gentan, sum kom út í fjós at ambæta kúnum, mátti tá straks loysa kálvin úr silkibandinum og leggja tað á bitan, og haðani tóku vættrarnir tað so aftur til sín. Marjun var tí góð við vættrarnar, sum gjørdu henni so mikið gagn, og hon legði elsta syninum títt og ofta dýrt við, at tað skuldi hann vita, at tá ið hann tók við garðinum sum bóndi eftir henni, at vættrum var gott at hýsa, og teimum skuldi hann altíð geva innivist, og tók hann stórafjós av og breyt niður, mundi tað verða honum og øðrum til meina.
Marjun doyði, og sonurin, sum nú varð bóndi í Ørðavík, legði ikki lag í, hvat mamman hevði varað hann við, og breyt stórafjós niður. Men tá flýddu vættrarnir, bóðu ilt yvir hann og alt skyldfolk hansara, sum í Ørðavík var - bráðan bana skuldu øll fáa. Sama dagin, ið hetta barst til, kom maður gangandi úr Vági norður eftir oy; tá ið hann kom á Mannaskarð, møtti hann eini pinkulítlari konu, sum kom oman av skarðinum, leiðandi tvey evurlítil smábørn hvørt við sína hond og triðja hevði hon á bakinum; í tí hann fór um tey, hoyrdi hann hesa konuna siga: “Hevnt skal verða, at vit máttum flýggja”. Og hevnt varð; eitt kvøld, ið teir tríggir brøðurnir fóru út at dyrgja suður við landið har í firðinum, breyt flesin undir Tjaldarvíkshólmi á teir og hvølvdi bátin, so teir gingu allir burtur, á bátinum vóru. Marjun átti eisini tríggjar døtur, sum vóru í Ørðavík; tær doyðu stutt eftir av eini drepandi landfarsótt, ið gekk har í bygdini. Alt hetta var hevnd frá vættrunum, sum flýddu úr Ørðavík.
V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891