Huldumenn vanda veður
Einaferð skuldi ein skálvíksbátur fara til útróðrar; tíðliga á morgni og fyri lýsing var hetta. Ein maður av bátinum, ið gekk út úr Hagabrekkustøð, sá, tá ið hann kom oman, at hann var seinastur til bátin, og at hinir longu høvdu drigið bátin omanat, men fóru at draga niðan aftur. Hetta helt hann einki løgið vera, at teir vandaðu veður, og skeyt aftanundir við teimum.
Tá ið báturin fór inn um gáttina í neystinum, rendi maðurin høvdið móti stavninum á sínum báti. Tá varnaðist hann, at hetta var huldubátur, hann hevði drigið, og at teir brúktu sama neyst sum hann og hansara menn. Hinir bátsmenn hansara vóru tá ikki komnir, hann hevði verið fyrstur.
Hættisligt skal vera at fara á flot, tá ið teir fornisku venda aftur, tí veðurskygdir skulu teir vera.
(Eg dugi ikki at nevna nakran veruligan søgumann, tí tey vóru so nógv, ið søgdu okkum søguna.)
Eg skal her skoyta uppí eina nakað nýggja søgu, ið sipast huldusøgu. Jóan Karl á Skála lá í Lorvík og róði út í yngri árum.
So var tað ein morgun væl fyri lýsing, hann var á fótum, og tað vóru allar aðrar bátsskipanir. Allir fóru avstað uttan Jóan Karl og hansara menn, hann vandaði veður.
Løtu seinni fór hann út aftur at ganga, og nú hoyrir hann menn ganga, og tað er at sjónum teir ganga, men (eg haldi) ongan sær. Hann fer so til sínar menn og biður teir vera skjótar.
So varð farið, teir seta á segl norður í hav; tá ið teir koma fyri ein barm (eg minnist ikki navnið), liggja allir hinir bátarnir har og bíða, teir ivast í veðrinum.
Jóan Karl siglir til havs og setur línuna. Tá ið hann hevði sett, komu allir hinir bátarnir, og skulu til at seta. Jóan Karl fer at draga sum snarast og fær væl av fiski, tó stutt var setan. Eg haldi, at summir av hinum vóru farnir at seta, men máttu draga, áðrenn liðugt var at seta, og aðrir settu ikki, tí veðrið øtlaði.
Allir komu aftur, men eingin hevði fiskað uttan Jóan Karl. Hann duldi ikki fyri, at hann helt hetta vera huldumenn, hann hevði elt.
(Sagt mær søguna hevur Jóhan Johannesen, fyrrv. lærari á Skála.)
Sami maður segði mær, at einaferð Jóan Karl hevði verið vesturi í havi og kom inn móti Skála, tá møtti hann báti, ið skuldi vestur í hav. Hann legði at bátinum og fór við teimum vestur aftur uttan at hava verið á landi. So íðin maður var hann.
Heimildarfólk: Fleiri søgumenn úr Skálavík, Jóhan Johannesen, Skála. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.