Fransaleivurin
Einaferð gjørdu fransar atsókn í Skálavík og tóku øll neytini í bygdini uttan ein kálv. Maðurin, eftir kálvinum rann, fekk í halan á honum, men halin slitnaði, og kálvurin fór í ein akur, so teir funnu hann ikki aftur.
Kálvurin kom so at eita “Fransaleivurin”, og av hesum kálvi skuldu so neytini í bygdini verða uppafturnørd. At teir ikki funnu kálvin aftur, varð sagt at vera, tí onkur hevði gandað. (Eg havi ikki hoyrt um, at teir tóku annað enn neytini, so tað kundi týtt á, at teir ikki vóru vanligir sjórøvarar, men hava havt mattrot? (J.D.).
Teir ella nakrir av teimum vóru inni í Dalsgarði, og varð teimum boðin matur lagdur í stampar. “Ikki var tað vakurt, teir løgdu aftur í stamparnar, tá ið teir høvdu etið”. (Frásøgn: Hanus Sømark í Smiðstovu).
Gamal maður sat inni á Oyri; hann orkaði ikki út at vita, hvussu leikur fór, men bað húsfólkið ikki óttast, tí har komu teir ikki. Sagt varð honum, at nú komu teir inn undir Heygsgarðinum; hann bað tey eygleiða teir, og tá ið tann fyrsti steig á Oyrarløgini, datt hann og breyt beinið. Hetta varð sagt gamla manni, at teir fóru berandi mannin heimaftur; tá helt hann fyri: “Hetta visti eg fór at henda, tí hann, ið legði Oyrarløgini, rúnabant tey og legði við, at fremmandur, ið vildi ófrið, ikki skuldi koma heilskapaður um løgini. (Frásøgn: Hans Jacob Jacobsen (Heðin Brú), Hanus Sømark í Smiðstovu o. a.)
Heimildarfólk: Hanus Sømark í Smiðstovu, Skálavík, Hans Jacob Jacobsen(Heðin Brú), Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.