Koltursmenn og Elin í Kirkjubø
Koltursmenn høvdu einaferð verið í Sandsbjørgum uttan loyvi.
Tað vildi so til, at tveir av monnunum fullu og doyðu. Líkini vórðu so borin í bátin.
Teir vistu so ikki, hvat gerast skuldi, tí teir vistu, at hann, ið fall í ólógligari fuglaveiðu, ikki skuldi sleppa at liggja í vígdari mold. Teir royndu tó at fara til Sands. Komnir har fóru teir so til prestin at siga frá, hvat hent var, og biðja um loyvi at grava menninar í Sands kirkjugarð, men tað var nei.
Teir máttu so aftur til báts. Í Koltri og Hesti vóru eingir vígdir grevstrar tá, so teir fóru til Kirkjubøar. Har var so eingin prestur staddur; Elin (Pedersdatter?) gav teimum loyvi at grava líkini har.
Tá ið hetta frættist til Havnar, vórðu boð send til Kirkjubøar, at menninir skuldu gravast upp aftur og jarðast í óvígdari jørð.
Elin svaraði, at tað skuldi verða sum var, teir skuldu liggja í frið, har teir vóru grivnir.
Harvið varð tað, og har sluppu teir at liggja.
Heimildarfólk: Poul Dion Poulsen, Velbastað. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.