Huldukonan undir Bekki
Undir Bekki í Mikladali búði huldukonan.
Einaferð bóndakonan í Uttaru stovu, sum var ljósmóðir, stóð og gjørdi út á greytarpottin, kom maður inn og bað hana koma at hjálpa konuni, ið var farin á soppin.
Hon leyp frá greytarpottinum og fór við honum. Tá ið tey komu út fyri dyr, bant hann fyri eyguni á henni og loysti ikki av aftur, fyrr enn tey vóru inni við seingina hjá huldukonuni.
Bóndakonan var so hjá huldukonuni, til hon hevði átt, og allur vandi var lokin. So beyð huldumaðurin sær til at fylgja henni aftur, men fyrst beyð hann henni løn. Hon skuldi fáa tað, hon legði á, men bóndakonan vildi einki hava; tó eitt mátti hann lova henni, at hann kom aftur eftir henni, tá ið barnið, ið føtt var – ein genta - , stóð brúður. Hetta lovaði huldumaðurin, og so bant hann fyri eyguni at bóndakonuni og fylgdi henni at durunum. So hvarv hann.
Tá ið bóndakonan kom inn til sín sjálvs, og hini spurdu hana, hvar hon hevði verið, segði hon bert:
“Vænur var tann grúkurin, ið føddur var í nátt.”
Huldumaðurin hevði lagt henni eina við ikki at siga, hvar hon hevði verið.
Huldumaðurin helt orð. Tá ið dóttirin var tilkomin og skuldi giftast, kom hann aftur eftir bóndakonuni; men hvussu gekst í brúdleypinum, havi eg einki hoyrt um.
Marius Johannesen, Funningi, “Jól í Føroyum”, 1935.