Úti á Lending á Hvítanesi
Einaferð vóru hvítanesmenn á útróðri í Botni við áttamannafari. Síðla á kvøldi fer maður oman at taka ímóti bátinum. Hann sær áttamannafar koma at lendingini og skundar sær heim aftur eftir súpanarstampinum at leska menninar.
Tá ið hann kemur oman aftur, stendur báturin um hylin, sum er í fjøruni. Longur niðan er hann ikki drigin. Men hann kennir ongan av monnunum, sum allir eru javnstórir og størri enn vanligt fólk. Hann torir ikki at tala, men vendir við og fer aftur til hús.
Eina løtu eftir kemur báturin. Hann sigur so frá hesum báti, ið hann hevur sæð.
“Á!”, heldur Mikkjal, “vælsignað, huldumenn á flot, so verður gott veður, so er ikki vert at draga bátin so ovarlaga.”
Christian Jacobsen, Hvítanesi, “Jól í Føroyum”, 1935.