Vald bóndans
Tað var ikki bert á landinum, at bøndurnir ráddu. Eisini út um sjóvarmálan røkk hin langi bóndaarmurin.
Soleiðis løgdu bøndurnir í Elduvík ein stóran part av Funningsfirði undir seg og settu ognarleysum fólki forboð til at havast at fiskiskapi har.
Bøndurnir í Hesti kannaðu sær allan rekavið uttan fyri hálvan Hestfjørð. Um bøndurnir “inni á landi” kannaðu sær hin innara helmingin á firðinum, so var ikki nógv eftir til aðrar!
Og tað gjørdi mest sum júst tað sama, antin teimum varð sýtt at fiska inni við land ella at taka rekavið í fjørðunum, tí bæði vóru teir ov fátækir til at lata gera sær bátar og hartil - og hetta nívdi verri - vóru teir heftir til bóndans bát.
Teir vóru bundnir til bóndan við tí sonevnda “bátsbandi”, t. e. at bóndin kundi plikta sær so nógvar menn til útróður, inntil bátur hans var fullmannaður.
Meðan smábøndurnir í Danmørk vóru kúgaðir til at arbeiða jørðina hjá harramanninum (“hoveri”), var hin ognarleysi maðurin í Føroyum tvingaður at røkja sjógvin við bóndans báti, um enn hann fekk part av veiðini.
At sleppa undan bátsbandinum læt seg ikki gera.
Ein maður í Vestmanna, sum hoyrdi til ein bóndans bát har, fekk í huga at fáa sær eitt lítið far, sum hann kundi flóta við. Men bóndin sendi klagu til Havnar um hetta, og fútin kom norður og setti fútainnsiglið á neystið, so hann ikki slapp at røra bát sín.
Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.