Heiti
Hørð gonga undan mannúlvi
Grásteinur á Slættanum í Skálavík hevur ofta verið tøkur hjá fólki at bjarga sær á frá illum tarvum. Hann er so høgur, at tann, ið á hann sleppur, er vandaleysur.
Søgn er, at einaferð ein maður varð noydđur at fara upp á steinin undan tarvi, gekk soleiðis til:
Tarvurin leikaði óður um steinin, men manninum kundi hann einki gera. Báðir vóru treiskir. Maðurin leit á, at hin heidni fór at keðast og rýma, men so varð ikki, hann legði seg á ból innan fyri steinin, har uppgongdin er.
Tá ið tarvurin hevði ligið góða løtu, helt maðurin, at tað mátti roynast at narra hann. Maðurin smoygdi seg so Ijódliga, sum hann kundi, niður heiman fyri steinin, og so til beins, men tarvurin vaknaði og helt aftaná.
Niðan um Grótboðar og niðan um Sjónarheyggj var ímóti, so har hevði tarvurin fyrimun, men heim eftir høgu Óttagróv var eitt sindur undan, tó hart undir fótum, so har var javnt lendi fyri báðar.
Tá ið teir komu heim í Tálgagilið, var meiri hall og bleytari lendi, og heimari oman móti Stórá var enn bleytari, so tá hevði maðurin fyrimunin, men heiman fyri ánna dró aftur saman millum teirra. Tað eydnaðist tó manninum at leypa á Kvíggjagarðin, men tá var tarvurin so nær, at hann fekk hornið undir tveingin hjá manninum. Tvongurin slitnaði, og maðurin fall á grúgvu inn um garðin og varð bjargaður.
Hvør hesin maður var, sigur søgnin einki um, men hann skuldi vera úr Stovuni.
Tey vóru nógv, ið søgdu hesa søgu, og tey ivaðust ikki í, at hon var sonn. Leiðin frá Grásteini og á Kvíggjarnar er ein stívur fjórðingur.
Heimildarfólk: Waldemar Dalsgaard o.a., Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.
Viðmerking:
Tvær reisir er Grásteinur bjargaður frá týning, sum eg veit til.
Seyðahús skuldi gerast á Slættanum. Har er ikki høgligt grót, og var tí ætlanin at skjóta hann sundur til at gera húsið av. Hesum var Dánial á Oyri, Clementsen, so hart ímóti, at hann, ið var stórur eigari, hvørki vildi gera nakað arbeiði ei heldur gjalda nakað til seyðahúsið, og tað batti.
Aðru ferðina var tá húsvíksvegurin varð gjørdur. Tá ætlaðu teir eisini at seta á hann, men skálvíkingar noktaðu. (J.D.)