Úr søgn og søgu
Bókin er ein lýsing av føroyskum sagnum og hugsunarhátti hjá fólki í Føroyum, sum kemur fram í sagnunum.
Í fyrsta parti vísir høvundurin, hvussu persónarnir í sagnunum verða lýstir, og síðani pátrúnna og gandin, har hann vil vísa, at hin føroyska pátrúgvin var ein "praktisk gerandispátrúgv", heldur enn ein "filosofiskur heilaspuni".
Annar partur er ein neyv gjøgnumgongd av søguni um Páll Fanga, ið verður samanborin við skjølini frá rættarmálinum á tingi. Á hendan hátt sæst , hvussu myndugleikarnir handfóru hetta álvarsmál sum morð og gand, og hvat fólk hildu. Og har var stórur munur á.
Tær søguligu viðmerkingarnar dr. Jacobsen á sinni skrivaði til sagnirnar í síni gitnu útgávu Førøske Folkesagn og Æventyr, hevur rithøvundurin skriva av nýggjum í hesi bókini, mest út frá øllum tí tilfari, ið nú er til skjals á prenti, men sum dr. Jacobsen ikki visti av.