Um Føroyingasøgu
Føroyingasøga er ikki varðveitt sum sjálvstøðug bók, men granskarar ivast ikki í, at hon einaferð var til. Hildið verður, at upprunaliga søgan varð skrivað á roð í Íslandi umleið ár 1210 – 1215, og verður hon roknað ímillum tær elstu íslendsku søgurnar. Eingin veit at siga, hvør høvundurin var.
Partar av Føroyingasøgu eru tó flættaðir inn í ymisk íslendsk handrit, serstakliga er talan um Ólavs søgu Tryggvason, Flateyjarbók og í einum handriti skrásett sum AM 62 fol (Debes 1990:91). Danski søgumaðurin Carl Christian Rafn savnaði ymsu søgubrotini saman og gav tey út undir heitinum Færeyínga saga í 1832. Útgávan hjá Rafn er síðani týdd til føroyskt í fleiri umførum, og er hon tann søgan, sum vit í dag kenna sum okkara ”Føroyingasøga”.
Føroyingasøga er skrivað umleið 200 ár eftir, at hendingarnar fóru fram. Ein spurningur, ið granskarar grunda um, er, hvaðani høvundurin hevur fingið tilfarið til søguna, og um søgan er álítandi sum søgulig kelda.
Mett verður ikki, at høvundurin sjálvur hevur verið í Føroyum, tó kennir hann til føroysk landafrøðilig viðurskifti. Granskarar meta, at tilfarið til søguna er komið frá fólki, ið hava havt samband við Føroyar, ella tey hava havt serliga vitan um oyggjarnar.
Í íslendskum fornsøgum verður stórur dentur lagdur á ættartalvur, men so er ikki í Føroyingasøgu. Hildið verður, at tað hongur saman við, at høvundurin ikki hevur vitað nóg væl. Til dømis fáa vit einki at vita um ættarbondini hjá Grími Kamban. Sama er galdandi fyri ættarsambondini hjá Gøtuskeggjum, ið søgan sigur vera mætastu ætt í Føroyum. Har eru fleiri glopp í. Vit fáa eitt nú at vita, at Eyð hin Djúphugda á veg til Íslands gifti sonardóttrina Óluvu í Føroyum, og skal hon vera ættmóðir Gøtuskeggja, men høvundurin greinar ikki ættarliðirnar.
Søgugongdin í Føroyingasøgu fevnir um áleið áttati ár – frá umleið 950 til 1035. Tað er trupult at meta um, hvussu álítandi Føroyingasøga er sum søgulig kelda (Debes 1990:91), tí lítið og einki av øðrum keldutilfari er at bera saman við og stuðla seg til.
Uppihaldið hjá Sigmundi og Tórir í Noregi, teirra víkingaferðir, eins og søgan um Torkil Turrafrost og tíðin saman við honum verður hildin at vera ævintýratilfar, ið sæst aftur í miðaldarsøgum við tí endamáli at gera søguna spennandi og hugtakandi.
At tíðarfesta hendingarnar í søguni verður gamli siðurin at seta hendingar í samband við aðrar hendingar (tað verður nevnt relativ kronologi) nýttur t.d. stórar og kendar bardagar, stjórnarár hjá kongum og jøllum. Kortini er tað at siga um Føroyingasøgu, at stílurin í tíðarfestingunum er øðrvísi enn vanligi stílurin í íslendsku fornsøgunum. Hann er meiri frásigandi, dramatiskur, eins og frásøgustílurin í søguni yvirhøvur. Sum dømi kunnu nevnast ”líður nú vetur”, ”nú líða stundir” og ”leið nú fram nakrar vetrar”.
Fornfrøðiligar kanningar styðja ymiskt í Føroyingasøguni. Prógv eru fyri, at búseting var í Gøtu, í Sandoy, í Ergidali við Hov og helst eisini í Skúvoy í víkingaøld.
Hildið verður ikki, at tað er beint, at Havgrímur og Brestir og Beinir høvdu helvtina av oyggjunum í len frá hvør sínum norskum harra. Sama verður sagt um, at Leivur Øssursson skal hava havt Føroyar í len frá Magnusi Ólavssyni. Hildið verður, at føroyingar hava rátt fyri egnum viðurskiftum (Debes 1990:105).
Lítið er at ivast í, at føroyingar høvdu tingstað í Tórshavn, og helst hevur tað verið í Tinganesi.
Aðrar heimildir enn Føroyingasøga hava ta upplýsing, at maður, nevndur Sigmundur Brestisson, boðaði kristnu trúnna í Føroyum fyri Ólav Tryggvason (Debes 1990:157).
Føroyingasøga hevur eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentanarsøgu. Teksturin varð fyrstu ferð týddur til føroyskt í 1832, og síðani eru fleiri týðingar og fleiri útgávur komnar av…