Soleiðis gjørdi Bergur
Her er læraravegleiðingin
Fólkaatkvøðan 14. september í 1946
14. september í 1946 var fólkaatkvøða um Føroyar skuldu halda fram at vera partur av Danmark, ella loysa frá Danmark.
Thorstein Petersen, sum var tingformaður, segði í kunngerð í Dimmalætting, at fólkaatkvøðan var um “oyggjanna framtíðar ríkisrættarstøðu”.
Tveir spurningar vórðu settir:
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
Úrslitið av fólkaatkvøðuni varð, at uppskotið um loysing, merkt II, fekk 5656 atkvøður ella 48,7%. Danska stjórnaruppskotið, merkt I, fekk 5490 atkvøður ella 47,2%. Valluttøkan var 67,5%.
Nógvar bøkur eru skrivaðar um fólkaatkvøðuna í 1946. Hvussu atkvøðugreiðalsan fór fram, og hvussu úrslitið varð í ymsu oyggjunum sæst í hesum tilfari og á Wikipedia.
Í hesum tilfari er eisini brot úr sjónvarpsrøðini “Søgan um ríkisfelagsskapin”, sum Jakob Gottschau og Martin Breum gjørdu.