Svartir amerikanarar krevja javnrættindi
Í 1950-árunum herdu svartir amerikanarar stríðið fyri samfelagsligum, fíggjarligum og politiskum javnrættindum. Fleiri milliónir fólk vóru við í friðarligu mótmælistiltøkunum ímóti rasuskilnaði. T.d. noktau fólk í Alabama í eitt heilt ár (1955-56) at koyra við teimum bussum, sum høvdu serligar sessir til svørt og hvít. Fyri átakinum stóð baptistpresturin Martin Luther King. Í 1963 gingu King og viðhaldsfólk hansara dag um dag mótmælisgongu til ráðhusið í Birmingham í Alabama, tó at myndugleikarnir í býnum beittu hundar eftir teimum og spulaðu tey við brandslangum. Seinni sama ár fóru nøkur 100.000 borgararættindafólk mótmælisgongu til Washington. Tingið gav eftir, og í 1964-65 viðtók tað lógirnar um borgararættindi, sum bannaðu, at mannamunur varð gjørdur á svørtum og hvítum.
Rasuófriður í Little Rock
Í 1954 eydnaðist teimum, sum stríddust søk teirra svørtu at fáa hægstarætt at viðurkenna, at svørt og hvít børn skuldu ganga í sama skúla. Hvítar mannamúgvur løgdust á svørt børn, og í Mississippi var ein 14 ára gamal næmingur myrdur. Í Little Rock í Arkansas setti stats ovastin stats hirðina at halda skil á og vísti 9 svørtum næmingum úr skúlanum. Forsetin sendi samveldisherdeildir til Little Rock at ansa eftir, at svartir næmingar sluppu í skúla.
Javnrættindi - ein dreymur
Fleiri mió. svørt fólk fluttu til norðara og vestara part i USA í 1950- og 1960-árunum. Fá fingu gott arbeiði, og býarpartarnir, har tey búsettu seg, gjørdust fátækrabýlingar. Summi fóru í part við oddamonnum sum Malcolm X, ið mælti til, at tey svørtu skuldu taka handlar og skúlar, har ið tey búðu, og seta hart ímóti hørðum. Í nógvum býum varð ófriður (1965-1968), men lítið batti. Enn striðast svartir felagsskapir fyri javnrættindum.
Eitt av krøvunum var, at føðingardagur Kings skuldi vera almennur hátíðardagur, og at øll minnast orð hansara "Eg droymi um, at henda tjóð einaferð stígur fram og av sonnum setur í verk viðtøku sína: "Vit halda tað vera sjalvsagt, at øll menniskju verða javnsett og hava fingið ávís ómissandi rættindi frá skaparanum."
Free at last?
Frá Jim Crow til Black Power. Hendan síðan viðger rasu viðurskiftini í USA 1918-1968 - einum tí mest turbulenta tíðarskeiðnum í amerikanskari søgu. Her er møguleiki at síggja eina tíðarlinju yvir tíðarskeiðið, kanna, tulka og meta um keldur frá tíðarskeiðnum.
LITTLE ROCK NINE
1) Stuttur filmur um teir fyrstu nýggju svørtu næmingarnar, sum í 1957 fóru í skúla í Central High Scool í Little Rock, Arkansas, sum var ein skúili fyri hvít.
2) Filmur uttan ljóð.
25. sept. 1957 fylgdi 101. US Airborne Division nýggju svørtum næmingum í skúla í Central High Scool í Little Rock, Arkansas.
Ævisøga Jesse Jackson - tíðarlinja
Samvirkin tíðarlinja við teksti og myndum. Jesse Jackson stríddist fyri borgararættindum í USA.
Martin L. King, jr. - tíðarlinja
Samvirkin tíðarlinja yvir lív Martin Luther Kings. Tíðarlinjan hevur tekst, myndir og filmsbrot.
Martin L. King - meiri enn ein mainstream droymari
Søguritgerð um Dr. Martin Luther King, Jr. Ritgerðin er bygd á røður ið King helt. Víst verður á at King legði stóran dent á búskap í virki sínum.
Søga teirra svørtu í USA
Samvirkin tíðarlinja yvir hæddarpunktini í søguni hjá teimum svørtu í Amerika. Frá History.com.
THE MARCH ON WASHINGTON - filmur
MARTIN LUTHER KING, JR. LEADS THE MARCH ON WASHINGTON. 28. august 1963 vóru 250.000 fólk savnaði fyri at vísa teirra stuðul til borgararættindi...
Stuttur filmur frá history.com
Tekstur til talur
Niðanfyri standa nakrar av talunum hjá eitt nú Martin L. King og Malcolm X.
Martin Luther King, jr.
Give Us the Ballot (1957)
Paul's Letter to American Christians (1958)
I Have a Dreame (1963)
Nobel Prize Acceptance Speech (1964)
Beyond Vietnam (1967)
Malcolm X
The Chiskens Come Home to Roost (1963)
Message To The Grass Roots (1963)
The Ballot or the Bullet (1964)
After the Bombing (1965)