Skip to main content

Flaggdagur 25. apríl

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt

 

Flaggdagur verður hildin 25. apríl. Tá minnast vit, at bretska stjórnin góðkendi føroyska flaggið. Tað var seint á kvøldi henda dag í 1940, at bretska útvarpið, BBC, bar boðini. Nú skuldu føroysk skip sigla við føroyskum flaggi.

Síðan 1947 hevur 25. apríl verið flaggdagur í Føroyum. Hesa tíð hevur Merkið verið brúkt og viðurkent sum tjóðarflagg hjá føroyingum.

 

 Flaggsøgan 

 

 

 

Onnur merkið og fløgg

Føroyingar hava havt ymisk fløgg og merki, áðrenn føroyska flaggið varð góðkent í 1940.

­Veðramerkið

Kendast er veðramerkið, sum í øldir varð brúkt av løgmansembætinum. Í seinnu helvt á 1800-talinum varð veðramerkið brúkt á einum flaggið, tá ið ein hvítur veðrur varð avmyndaður á bláum dúki við hvítari roynd.

Enn tann dag í dag verður er veðrurin avmyndaður í búmerkinum hjá løgmansskrivstovuni og landsumsitingini.

Tjaldursmerkið

Eftir at føroyingafelagið var stovnað í 1888, kom tjaldursmerkið fram. Íblásturin kom helst úr fuglakvæðinum hjá Nólsoyar Pálli, har tjaldrið ímyndaði Nólsoyar Páll sjálvan í stríðnum móti donsku embætismonnunum, ið vóru rovfuglarnir.

Ymisk fløgg

Veðramerkið og tjaldursmerkið vóru stundum brúkt lið við lið á hátíðardøgum og fólkafundum. Men ikki øllum hildu, at eitt flagg við einum djóramerkið var hóskandi, og tí gjørdi m.a. Skipafelag Føroya eitt flagg við reyðum krossi og bláum dúki. Men tað var ongantíð brúkt.

 

Tríggir vinmenn gjørdu føroyska flaggið

Føroyska flaggið  var gjørt í Keypmannahavn í Danmark í 1919. Tað vóru teir tríggir føroysku studentarnir, vinmenninir, Jens Olivur Lisberg úr Fámjin, Janus Øssursson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági, sum gjørdu føroyska flaggið.

Teir vóru ávirkaðir av tjóðarfatanini, sum eftir fyrra heimskríggj var grundfest í  friðarsáttmálanum í Versailles í 1919. Grundtankin var, at allar tjóðir skuldu hava frælsi at avgera síni egnu viðurskifti.

Ninna Jacobsen úr Havn, sum var í Keypmannahavn hesi árini, seymaði fyrst eitt borðflagg eftir uppskotinum hjá teimum trimum vinmonnunum, eitt flagg við hvítum dúki, reyðum krossi og bláari roynd.

Eftir hesum uppskoti gjørdi ein flaggverksmiðja eitt borðflagg til hvønn av teimum trimum vinmonnunum, og hesi fløgg bar Louis Zachariasen av Kirkju fram á føstugangsveitsluni í føroyingafelagnum 2. Mars 1919. 11 mars var flaggið einmælt góðkent í studentafelagnum.

Nú var farið til Nordisk Fane- og Flagfabrik at gera eitt veruligt flagg, og tað veittraði fyri fyrstu ferð undir í fríðum lofti út av vindeyganum hjá komandi prestinum, bíggjarmanninum, Emil Joensen, sum búði á Garði í Keypmannahavn.

2. juni 1919 var flaggið við á útferð hjá føroyingafelagnum í Normansdalinum í Fredensborg. Kjartan Mohr úr Havn bar merkið fram.

Jens Olivur Lisberg fóru heim í summarfrí á sumri 1919, og 22. juni var merkið vundið í húnarhátt í heimbygdini Fámjin. Tað flaggið varð verandi í Fámjin, og hongur í dag í kirkjuni í bygdini.

Hans Andrias Djurhuus yrkti sama árið flaggsangin, “Kvæðið til merkisins”.

 

 

Uppgávur

Næmingar í Lítlaskúla syngja flaggsangin

Í 1920 yrtki Hans Andrias Djurhuus “Kvæðið til Merkisins”, ið er flaggsangurin, sum vit kenna undir heitinum “Sjá, tú blánar”. Her syngja næmingar í Lítlaskúla í Havn flaggsangin í nýggjari upptøku, sum Árni Øregaard gjørdi fyri Nám í 2021.

Les meira »

 

 

Flaggstríðið

Í 1920-árunum fóru fólk at flagga við Merkinum, og tað førdi til ein flaggstríð, tí enn var ikki loyvt at brúka føroyska flaggið.

Á landið gekk ungmannafelagið Merkið á odda við at breiða merkið út, og tað vant eisini upp á seg, at brúka flaggið á fólkafundum, í brúdleypum og til onnur tiltøk. Men tað vóru serliga á sjómenninir, sum førdu flaggstríðið.

 

Undirvísingargongd

Tekna eina Merkistekning

Tosað verður fyrst um, hvar tað er vanligt at brúka Merkið, og síðan tekna næmingarnir eina tekning við Merkinum á.

Les meira »

 

 

Flaggið á sjónum

Ungi bóndasonurin úr Skúvoy, Jóhan Hentze, var tann fyrsti at hava flaggið í báti, tá ið hann koma siglandi á ólavsøku í 1920.

Tann fyrsti at hava flaggið á skipi, var Óla Jákup í Skálum úr Vestmanna, sum keypti sluppina Neptun í 1923. Hann sigldi við føroyskum flaggið øll árini til hann gekk burtur í 1934.

Myndugleikunum dámdu illa, at Óla Jákup brúkti føroyska flaggið, og í 1924 fekk hann 20 krónur í bót fyri at sigla undir føroyskum flaggi.

Aðrar royndir vóru eisini gjørdar at steðga Óla Jákupi at brúka føroyska flaggið, men sama gjørdi. Í 1926 var danska verjuskipið Bestytteren í Vestmanna, og heitti á Óla Jákup at taka flaggið niður. Hesum eftirlíkaði Óla Jákup ikki, og í staðin sigldi hann tríggjar ferðir runt um verjuskipið, meðan Merkið veittraði. Flaggið varð ikki tikið niður fyrr enn sólin setti.

Nógvir aðrir skiparar sigldu eisini undur føroyska Merkinum. Myndugleikunum dámdi hetta lítið og noktaði fleiri av hesum skipum at fáa grønlandsloyvi.

 

Rokniuppgáva

Kunnu vit rokna við »Merkinum«

Eitt sett við rokniuppgávum um Merkið. Millum annað verður neyvt lýst, hvussu Merkið verður teknað í rættari stødd. Petur Zachariassen fyrrverandi lektari í Støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya gjørdi uppgávusettið í 2009.

Les meira »

Merkið tikið niður í Íslandi

Í 1930 fara tvær stórar hendingar fram í føroyskari flaggsøgu. Onnur í Íslandi og hin á Vaglinum í Havn á ólavsøku.

Íslendingar hátíðarhildu 1000 ára stovningardagin hjá altinginum á Tingvellum dagarnar 26. - 28. juni. Føroyar vóru millum tey fjúrtan londini, sum vóru boðin at bera fram røðu. Edward Mitens, tingformaður, røddi vegna Føroyar, og føroyingar vóru væl umboðaðir á hátíðarhaldinum

Íslendingar flaggaðu eftir føroyskum ynski við Merkinum, og tað dámdu donsku umboðunum við forsætisráðharranum Thorvaldi Stauning illa. Seinni um dagin vóru tey trý føroysku fløggini eftir donskum boðum tikin niður.

Á íslandsferðini var eisini ein gravsteinur settur í kirkjugarðinum í Reykjavík yvir teir sjey føroyingarnar, sum fórust við sluppini Acorn í 1928.

Fóturin á gravsteininum var vavdur við føroyska flagginum. Danski sendiharrin í Reykjavík mótmælti og vildi hava danska flaggið í staðin. Men har var einki danskt flagg í nánd, og í staðin rýmdi sendiharrin, áðrenn hátíðarløtan var av.

Flaggrok á ólavsøku 1930

Eftir hendingarnar í Íslandi vóru spenningarnir stórir á undan ólavsøku í 1930, tá ið føroyingar skuldu hátíðarhalda 900 ára minnisdag fyri Ólav Heilaga. 

Undan ólavsøkuni vóru royndir gjørdar at fáa føroyska guðstænastu og at flagga við føroyskum flaggi á ólavsøku. Bæði vóru av ongum.

Ólavsøkuaftan var fólkafundur á Doktaragrund úti á Reyni í Havn. Fundurin avgjørdi at heita á løgtingsformannin, Edward Mitens, at tingið skuldi flagga við føroyska flagginum ólavsøkudag. Fundarfólki gekk niðan til løgtingið, og Jóannes Patursson, bóndi úr Kirkjubø og oddamaður í sjálvstýrisrørsluni, fór inn í tinghúsið at greiða tingformanninum, Edwardi Mitens frá fundarsamtyktini.

Edward Mitens vildi ikki ganga ynskinum á møti, tí løgtingsins fyrireikingarnevnd hevði avgjørt, hvussu ólavsøkan skuldi skipast. Jóannes Patursson heitti síðan á fólki at fara til hús.

Uttanfyri tinghúsið vóru eini 2000 fólk samlað, og har læs sonur Jóannes bónda, Páll Patursson, fundarsamtyktina. Síðan tók hann bátaflaggið, hann hevði við, og skuldi fara til hús. Tá skeyt Guttormur Eysturoy upp, at fundarfólki sjálvt heysaði flaggið á tinghúsið.

Soleiðis vildi til, at føroyska flaggið hekk í flaggstongini við tinghúsið náttini til ólavsøkudag í 1930.

Ólavsøkumorgun kom sambandsformaðurin, Andrass Samuelsen framvið tinghúsinum. Hann tók flaggið niður og ætlaði at lata løgregluni tað. Men har var stongt, og tí handaði hann amtmanninum flaggið.

 

Studentarnir fáa loyvi til skrúðgongu

Hetta ólavsøkuaftanskvøld var eisini studentakabarett, har m.a. flaggstríðið var til viðgerðar. Eftir kabarettina vóru studentarnir so tendraðir at gera okkurt fyri flaggið, at teir um náttina samtyktu at biðja um loyvi at skipa fyri einari friðarligari skrúðgongu ólavsøkudag.

Studentarnir, Sverri Dahl og Sverri Patursson, ein annar sonur Jóannes bónda, fóru ólavsøkumorgun til tingformannin og settu fram ynski um eina skrúðgongu. Tingformaðurin eftirlíkaði við tí treyt, at studentarnir ikki tóku lut í løgtingsskrúðgonguni av Tinganesi eftir Reyninum niðan í løgtingi. Í staðin skuldi studentaskrúðgongan fara av Müllersbrúgv við Eystaruvág niðan eftir Áarvegnum.

Danska flaggið kvett niður

Sera nógv fólk var í Havn hendan ólavsøkumorgun. Bert 11 av 23 tingmonnum gingu skrúðgongu, og umleið samstundis sum tingmenninir fóru av Tinganesi, fór studentaskrúðgongan av Müllersbrúgv.

Tað vildi so til, at studentarnir komu undan tingmonnunum niðan til tinghúsið, har størsta fólkamongd í føroyasøgu var samlað.

Merkismaðurin hjá studentunum, Sverri Dahl, slapp ikki inn á tinghúsvøllin, sum annars var honum lovað. Sostatt vóru tað bara tað bara tingmenninir og amtmaðurin, sum gingu inn á tinghúsvøllin, meðan merkismenninir lótu føroysku fløggini kína niður móti teimum.

Páll Patursson vendi sær til tingmenninar og heitti á tingformannin at taka danska flaggið niður og heysa tað føroyska í staðin.

Tingformaðurin, Edward Mitens, svarðu Pálli, at hann ikki hevði rætt at taka orðið á tingfundi.

Meðan hornorkestur og sangkór framførdu, royndi Páll at sleppa inn at taka danska flaggið niður. Løgreglumenninir steðgaðu honum í fyrsta umfari. Páll tók síðan sítt føroyska flagg av bátastongini, fór inn aftur í løgtingið, upp á loftið. Har hongdi hann føroyska Merkið út av vindeyganum og rópti, “Leingi livi føroyska flaggið”. Amtmaðurin rópti, “Tag den klud bort”, meðan Valdimar Lützen svaraði aftur, “lat hanga”. Síðan rópti amtmaðurin, “tag den fulde mand af vejen”.

Ein løgreglumaður tók nú flaggið inn aftur. Páll spurdi, um tað var eftir boðum frá løgtingsformanninum. Men løgreglumaður segði, at tað var eftir boðum frá fútanum.

So skal flaggið út aftur, segði Páll, og hongdi flaggið útaftur fyri aðru ferð.

Áðrenn løgreglan kom aftur, ætlaði Páll at taka danska flaggið niður og heysa tað føroyska. Men hann náddi ikki og tók tí knívin og kvetti flagglínuna, so at danska flaggið datt niður, meðan partur av mannamúgvuni rópti hurrá.

Hátíðarhaldið fór nú í upploysn. Amtmaðurin og sambandsmaðurin Oliver Effersøe vóru longu rýmdir, og kórsangurin tagnaði. Løgtingsformaðurin setti tingfundin inni í tinghúsinum, men hann vardi ikki leingi.

Fleiri fagnaðu Pálli fyri sína gerð. Men teimum flestu dámdu lítið og hildu hetta vera eina beistagerð.

Mannamúgvan køvdi løgregluna

Fútin, Leif Sundorph, sprakk upp á tinghúsloftið, og boðaði Pálli frá, at hann var handtikin, og tveir løgreglumenn skuldu fylgja honum á á løgreglustøðina, har Páll skuldi avhoyrast.

Páll fór av fríum vilja gangandi skjótt oman móti løgreglustøðin, sum lá beint við Havnar kirkju. Hann gekk skjótt, og ein riðil av fólki fylgdi aftaná. Zakaris Niclasen, seinni nevndur Zakaris á Skipafelagnum, spurdi fólki, um tey vóru samd við honum, at Páll ikki skuldi í Skansan í dag, og fólki var sjálvandi samt við honum.

Komin oman móti løgreglustøðini trokaði mannamúgvan so ógvusliga, at løgreglumenninir megnaðu einki. Mannamúgvan við Pálli og Zakarisi á odda vendi nú niðan aftur móti tinghúsinum, og seinasta strekkið var Páll borin í gullstóli.

Fútin royndi at fáa Páll við sær á løgreglustøðina. Men tað gjørdist skjótt fútanum greitt, at tað var ómøguligt, tí mannamúgvan var við yvirlutan.

Mannamúgvan fór nú yvir á Skansan, har danska flaggið varð tikin niður og flagglínan kvett. Síðan var føroyska Merkið neglt fast í toppin á flaggstongini, so tað ikki kundi kutast niður aftur.

Páll og Zakaris fáa lina revsing

Eftir ólavsøku var spurningurin hvørja revsing Páll Patursson og Zakaris Niclasen skuldu hava. Fleiri vildu hava harða revsing, og m.a. varð nevnt, at Páll skuldi ákærast fyri landasvik. Endin var kortini, at Páll fekk 300 krónur í bót, og Zakaris 100 krónur.

Árið eftir í 1931 flaggaði Merkið uttan fyri løgtingið á ólavsøku, og upp gjøgnum 1930-árini var viðhvørt flaggað við Merkinum og viðhvørt ikki, alt eftir um sjálvstýrisflokkurin ella sambandsflokkurin hevði meirilutan í tinginum.

 

 

Uppgávur

Dagarnir undan at »Merkið« varð góðkent

Í heimildarsendingini Sjá tú blánar í Kringvarpi Føroya og í bókini Flaggsøgan Merkið eftir Niels Juel Arge verður dagarnar undan Merkið varð góðkent lýstir og viðgjørdir.

Les meira »

Bretar góðkenna føroyska flaggið

Flaggstríðið vardi fram til tann dag, tá Føroyar vórðu hertiknar av bretum í 1940.

Tann 9. apríl 1940 varð Danmark hertikið av Nazitýsklandi. Tí fór sluppin "Eysturoyggin" beinan vegin at flagga við føroyska Merkinum. Umráðandi varð, at sluppin ikki varð mistikin fyri at vera skip hjá Nazitýsklandi.

Tá Føroyar vórðu hertiknar av bretum hin 13. apríl, boðaði bretska stjórnin frá, at hon ikki góðkendi, at føroysk skip sigldu undir Dannebrog, sum nú hoyrdi til týskt hernaðarøki.

Umboðsmaðurin hjá danska kongshúsinum í Føroyum, amtmaðurin Cai A. Vagn-Hansen, vildi ikki at føroyingar skuldu flagga við Merkinum. Í Føroyum skuldi Dannebrog brúkast. Bretski konsulin, Sir Frederic Cecil Mason, sum nú eisini ráddi í Føroyum, gjørdi eitt nýtt flagg. Tað flaggið hevði hvítan kross á grønum dúki.

Nógvir føroyingar, sum lurtaðu eftir útlendskum útvarpsstøðum, hoyrdu tíðindini í BBC. Tá varð skipað fyri fólkafundum og kravgongum í Havn. Tað var úr bretskum útvarpi hin 25. apríl, at endaligu boðini komu um, at nú skuldu  føroysk skip flagga við Merkinum.

Síðan 1947 hevur 25. apríl verið flaggdagur í Føroyum. Hesa tíð hevur Merkið verið brúkt og viðurkent sum tjóðarflagg hjá føroyingum.

 

 

Arbeiðsgongd

Danin og indianarin

Joe Rosenthal (1911-2006) tók myndina av amerikansku hermonnunum, sum eftir krígslok í 1945 settu Stars and Stripes á japansku oynna Iwo Jima. Ovastu hondina eigur indianarin Ira Hayes.

Tummas Napoleon Djurhuus (1928-1971), kallaður Tonglatummas, yrkti um danan Ishoy, ið var hin einasti at mótmæla føroyska flagginum á Tinghúsvøllinum í 1940. ”Ishoy in memoriam” er í savninum Og dansurin gognur, sum kom út í 1958. Fyri savnið fekk høvundurin bókmantavirðisløn M. A. Jacobsens.

Les meira »