Skip to main content

Næmingar í Lítlaskúla syngja flaggsangin

Í 1920 yrtki Hans Andrias Djurhuus “Kvæðið til Merkisins”, ið er flaggsangurin, sum vit kenna undir heitinum “Sjá, tú blánar”. Føroyska flaggið varð fyrstu ferð brúkt í Danmark árið fyri.

Her syngja næmingar í Lítlaskúla í Havn flaggsangin í nýggjari upptøku, sum Árni Øregaard gjørdi fyri Nám í 2021. Klaverfylgispælið hevur Annika Restorff Holm.


Uppgávur

  1. Hvørjir litir verða nevndir í sanginum?
     
  2. Hvat umboða litirnir?
     
  3. Í seinnu helvt av fyrra ørindi verður sagt, hvat flaggið kann gera, tá myrkt er. Hvat er tað, flaggið kann brúkast til í myrkri?
     
  4. Í seinna ørindi verður sagt nakað um flaggið í øðrum londum. Hvønn týdning hevur tað, at hava eitt flagg at brúka, tá onnur eisini hava eitt flagg?
     
  5. Hevur tú nakrantíð sæð føroyska flaggið millum onnur fløgg, uttanlands?
     
  6. Hvat hugsar tú, tá tú sært Merkið millum onnur fløgg?
     
  7. Hvussu kennir yrkjarin í Flaggsanginum seg, tá hann sær flaggið?
     

Sjá, tú blánar

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

 

 

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.

Orð: Hans Andrias Djurhuus, 1920
Lag: Engelbrektsmarschen