Skip to main content

Kunnu vit rokna við »Merkinum«

Tak uppgávusettið niður her

Eitt uppgávusett við rokniuppgávum um Merkið. Millum annað verður neyvt lýst, hvussu Merkið verður teknað í rættari stødd. Petur Zachariassen fyrrverandi lektari í Støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya gjørdi uppgávusetti í 2009.

Hetta skjal er ætlað sum undirvísingartilfar til lærugreinina støddfrøði í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Víst verður á møguleikar at brúka Merkið til at rokna og telja uppá.

Tilfarið er skipað sum seks uppgávur við tilsamans 18 spurningum. Flestu spurningarnir eru vanlig roknistykki, einamest lutfalsrokning og teljingar. Einstakir spurningar eru egnaðir til bólkaarbeiði og praktiskar royndir.

Í uppgávu 1 stendur brot úr flagglógini, sum hevur ásetingar um støddir og litir í Merkinum. Allir spurningar í tilfarinum taka støði í hesum ásetingum um lutfall og býtið millum hvítu, reyðu og bláu økini á Merkinum