Skip to main content

Dagarnir, tá ið »Merkið« varð góðkent

Kanska vóru tað hendingaríkastu dagarnir í Føroya søgu, dagarnar, áðrenn Merkið var góðkent av bretum 25. apríl 1946. Orsøkin var kríggið úti í heimi, og at vit bráddliga vóru drigin uppí kríggið á eini aðrari síðu enn Danmark.

Hesir dagar vístu, hvussu politiskt eitt flagg er, óansæð hvat landið er. Samstundis fingu øll eyga á, hvussu sterkt symbol eitt flagg er, og hvat tú ert ímyndin av, tá tú velur ella frávelur eitt flagg.

Útvarpsstjórin, Niels Juel Arge (1920-1995), umrøður hesar dagarnar í bókuni um  føroysku flaggsøguna,Flaggsøgan Merkið, sum kom út í bók í 1980.

Eisini úr heimildarsendingini hjá Suna Merkistein Sjá tú blánar í Kringvarpi Føroya er eitt brot, sum umrøður dagarnar, tá ið Merkið varð góðkent.

Niðanfyri eru tvær undirvísingargongdir, ein til bókina Flaggsøgan Merkið og ein til heimildarfilmin Sjá tú blánar.

 

Uppgávur til útgávuna Flaggsøgan Merkið

 

Vit lesa blaðsíðurnar 132-133 og 138-146 úr triðju øktu útgávu​, sum kom í 2005.   Netútgávan er her: ​​ Flaggsøgan Merkið

Arbeiðsgongd

  1. Lærarin gjøgnumgongur spurningarnir niðriundir saman við næmingunum, og ger teimum greitt, hvat teir skulu leggja dent á í tekstinum, tá ið teir lesa.
     
  2. Næmingarnir lesa blaðsíðurnar 132-133 og 138-146
     
  3. Vit svara spurningunum í felag
Spuningar
  1. Hví verður tað bráddliga neyðugt í 1940, at bretar skulu síggja, um eitt skip er føroyskt ella ikki?
     
  2. Hvørjir møguleikar eru hjá skipunum at signalera, at tey eru føroysk?
     
  3. Á blaðsíðunum 132-133 verður greitt frá um eitt uppskot um føroyskt flagg, sum Frederic Cecil Mason hevur gjørt. Hvør er Mason og hvussu sær flaggið út?
     
  4. Á blaðsíðunum 138-146 verður greitt frá um teir møguleikar, sum føroyingar og teirra skip hava í at velja, tá umræður fløgg. Hvørjir eru flaggmøguleikarnir?  
    Hvat hendir í Havn hin 24. apríl 1940?

  5. Danin Ishoy verður nevndur ovast á bls. 141. Lesið yrkingina Ishoy in memoriam. Tummas Napoleon Djurhuus, kallaður Tonglatummas, hevur skrivað yrkingina, sum er í savninum Og dansurin gognur, sum kom út í 1959. Fyri savnið fekk høvundurin bókmantavirðisløn M- A. Jacobsens. Lesi yrkingina í flokkinum. Gerið tykkum eina mynd av Ishoy. Hvat er høvið til at yrkingin um Ishoy er skrivað? Skiftið orð í flokkinum um, hvør Ishoy mundi vera.

 

Uppgávur til heimildarsendingina Sjá tú blánar

 

Í hesum broti úr heimilarsendingini Sjá tú blánar, sum varir 7 minuttir, síggja vit journalistin Jógvan Arge, søgufrøðingin Hans Andrias Sølvará og eygnavitnið, Høgna Mohr. Brotið er klipt úr sjónvarpssendingini “Sjá, tú blánar”, sum Kringvarpið gjørdi í 2013.  

 

Arbeiðsgongd

  1. Lærarin gjøgnumgongur spurningarnir høgrumegin saman við næmingunum, og ger teimum greitt, hvat teir skulu leggja dent á, tá ið hugt verður eftir sendingini.
     
  2. Vit hyggja eftir sendingini Sjá tú blánar
     
  3. Vit svara spurningunum í felag

 

 

 

 

 

Spurningar
  1. Hvør er sjónarvinklinum hjá hvørjum einstøkum frásøgupersóni? Greið frá virðinum í útsøgnini hjá hvørjum einstøkum.
     
  2. Hvør er tað, sum krevur at eitt flagg skal vísa, at eitt føroyskt skip veruliga er føroyskt?
     
  3. Hvør er tað, sum heldur aftur og vil forða hesum kravi?
     
  4. Hvussu verður semja funnin um eitt flagg, sum øll í Føroyum eru samd um?
     
  5. Hvønn týdning hevur tað, at øll kenna seg aftur í einum og sama flaggi?