Danin og indianarin
Joe Rosenthal (1911-2006) tók myndina av amerikansku hermonnunum, sum eftir krígslok í 1945 settu Stars and Stripes á japansku oynna Iwo Jima.
Seks amerikanskir hermenn eru á myndina. Ovastu hondina eigur pima indiánin, Ira Hayes. Hann bleiv kendur sum “one of the six flag raisers”.
Eftir kríggið var Hayes brúktur sum almenn tjóðskaparlig fyrimynd, at fáa fólk at tekna virðisbrøv í amerikanska krígsídnaðinum, so landið var klárt at fara í kríggj aftur.
Men illa gekst hjá Hayes at liva upp til tær vónir, sum almenna Amerika setti honum.
Tveir marginaliseraðir menn
Tá vit viðgera tjóðskap og spyrja, um eitt flagg bara er ein dúkur og eitt árstal, har flaggið varð alment góðkent, fáa vit skjótt at vita, at søgan um eitt flagg kann verða nógv størri, truplari og torskyldari enn so.
Svarið er hvørki sjálvsagt ella einfalt.
Í tveimum uppgávum, sum eru úr seinna verðaldarbardaga, har høvuðspersónurin í báðum førum er greitt marginaliseraður, fara vit við veruligum dømum, einum dana í Føroyum og einum indiána í Kyrrahavinum, at royna at viðgera tjóðskap og tann týdning, sum eitt flagg kann hava.
Onnur søgan er um ein einsamallan dana, Ishoy, sum á føroyska Tinghúsvøllinum atkvøður ímóti uppskotinum um eitt føroyskt flagg. Hansara núverandi landsmenn, føroyingar, hava leingi stríðst fyri, at hetta flagg verður ímyndin av føroyskum tjóðskapi, men danskir myndugleikar hava alla tíðina noktað. Kortini verður Merkið við hetta høvið samtykt at verða ímyndin fyri føroysku tjóðina. Tað er fremmanda bretska hersetingarvaldið, sum syrgir fyri at Merkið verður góðkent.
- Hvussu man hin marginaliseraði Ishoy hava kent seg undir “Merkinum”?
Hin søgan er um ein einsamallan indiána úr USA, Ira Hayes, sum um somu tíð verður hermaður fyri amerikansku tjóðina. Hann verður sendur tað longu leið frá reservatinum til Kyrrahavið at berjast fyri USA. Hóast tey verða nevnd upprunafólk, vil stjórnin ikki góðkenna rættin til tað land, tey siga vera teirra. Kortini verður Ira Hayes ein av teimum seks, sum sleppur at seta “Stars and Stripes” sum tjóðskaprsymbol á japansku oynna Iwo Jima. Henda kendasta flaggmynd í allari søguni, markerar endan á krígnum. Ira Hayes eigur ovastu hondina á amerikanska flagginum.
- Hvussu man Hayes hava kent seg undur “Stars and Stripes”?
Arbeiðsgongd
Hvat er tjóðskapur og tjóðskaparkensla?
Tá vit spyrja, um eitt flagg bara er ein dúkur og eitt árstal, har flaggið varð alment góðkent, fáa vit skjótt at vita, at søgan um eitt flagg kann verða nógv størri, truplari og torskyldari enn so.
Svarið er hvørki sjálvsagt ella einfalt.
Í tveimum uppgávum fara vit við veruligum dømum at royna at viðgera tjóðskap og tann týdning, sum eitt flagg kann hava.
Danin Ishoy
Onnur søgan er um ein einsamallan dana, Ishoy, sum á føroyska Tinghúsvøllinum atkvøður ímóti uppskotinum um eitt føroyskt flagg. Hansara núverandi landsmenn, føroyingar, hava leingi stríðst fyri, at hetta flagg verður ímyndin av føroyskum tjóðskapi, men danskir myndugleikar hava alla tíðina noktað. Kortini verður Merkið við hetta høvið samtykt at verða ímyndin fyri føroysku tjóðina. Tað er fremmanda bretska hersetingarvaldið, sum syrgir fyri at Merkið verður góðkent.
- Hvussu man Ishoy hava kent seg undir “Merkinum”?
Danin Ishoy verður nevndur ovast á bls. 141 í Flaggsøgani Merkið. Lesið yrkingina Ishoy in memoriam. Tummas Napoleon Djurhuus, kallaður Tonglatummas, hevur skrivað yrkingina, sum er í savninum Og dansurin gognur, sum kom út í 1958. Fyri savnið fekk høvundurin bókmantavirðisløn M. A. Jacobsens. Lesi yrkingina í flokkinum.
- Gerið tykkum eina hugmynd av Ishoy.
- Hvat er høvið til at yrkingin um Ishoy er skrivað?
- Skiftið orð í flokkinum um, hvør Ishoy mundi vera.
Indianarin Hayes
Hin søgan er um ein einsamallan indiána úr USA, Ira Hayes, sum um somu tíð verður hermaður fyri amerikansku tjóðina. Hann verður sendur tað longu leið frá reservatinum til Kyrrahavið at berjast fyri USA. Hóast tey verða nevnd upprunafólk, vil stjórnin ikki góðkenna rættin til tað land, tey siga vera teirra. Kortini verður Ira Hayes ein av teimum seks, sum sleppur at seta “Stars and Stripes” sum tjóðskaprsymbol á japansku oynna Iwo Jima. Henda kendasta flaggmynd í allari søguni, markerar endan á krígnum. Ira Hayes eigur ovastu hondina á amerikanska flagginum.
- Hvussu man Hayes hava kent seg undir “Stars and Stripes”?
- Lurtið á Spotify eftir sanginum, “The Ballad of Ira Hayes”, sum Peter La Farge yrkti, og sum fleiri hava sungið, m.a. Johnny Cash.
- Eftir at tit hava lurtað eftir sanginum um Ira Hayes, hyggja tit eftir myndini av teimum seks, sum reistu flaggið á Iwo Jima í 1945, og svara hesum spurningum í felag:
- Hvussu endaði Ira Hayes sínar dagar?
- Hví mundi tað gangast so illa hjá Ira Hayes at liva upp til tjóðskaparligu vónirnar hjá almenna Amerika?
- Indiánar kallast eisini amerikanska upprunafólkið. Skiftið orð í flokkinum, um hetta gevur upprunafólkinum eitt serligt pláss, sum er frammarlaga í amerikanskari flagg- og tjóðskaparsøgu.
- Ella er tað beint øvut? Hvussu vóru viðurskiftini millum upprunafólkið og hvítu niðursetufólkini, tá um land ráddi?
- Havið søguna um Ira Hayes í huga. Kann ein og hvør tjóðskapur knýtast saman við einum flaggi, uttan at misljóð uppstendur? Skiftið orð um tað var rætt av tjóðarmyndugleikunum at senda Hayes út at reklamera fyri kríggi og vápnum. Grundgevið fyri svarinum.