Skip to main content

Tekna eina Merkistekning

Allir næmingar skulu tekna ein tekning, har eitt ella fleiri Merki eru á.

 

Undirvísingargongd

  1. Dagin fyri næmingarnir skulu tekna, fara teir heim at tosa við foreldrini, um hvar tað vanliga verður flaggað við Merkinum, og um Merkið verður brúkt til annað enn at flagga við.
     
  2. Áðrenn tit fara at tekna, er hugarok í flokkinum, har næmingarnir sleppa at siga, hvar vanligt er at flagga við Merkinum, og um Merkið eisini verður brúkt til annað enn at flagga við.
     
  3. Næmingarnir skulu í mesta lagi 5 minuttir hugsa um, hvat teir skulu tekna.
     
  4. Næmingarnir tekna eina tekning, har við Merkið er á.
     
  5. Allar myndirnar verða hongdar til framsýningar í flokshølinum í eina viku, og síðan fáa næmingarnir myndina heim við.

------------------------------------------

 

Listameldur

Tekningin er av síðuni listameldur.com